Jøklarnir bráðna um summarið

Fyri fyrstu ferð bráðna jøklarnir í Argentina eisini um summarið

Fyri fyrstu ferð hava granskarar staðfest, at jøklarnir í Suðuramerika bráðna eisini um veturin, sum har á leiðini er millum juni og august.

Kanningar hava avdúkað, at stór ísstykki eru brotnað burtur av tí kenda jøklinum Perito Moreno í Argentina. Samtíðis vísir tað seg, at vatn úr tí stóra Argentino-vatninum rennur inn undir jøkulin, og vísindafólk bera ótta rfyri, at jøkulin kann fara í tvíningar.

Argentinskir granskarar siga, at Perito Moreno-jøkulin er støðugt minkaður tey seinastu árini, og teir ivast ikki í, at tað er tann veksandi hitin á Jørðini, sum fær jøklarnar at bráðna.