Ein 18.000 ára gamal jøkul í Bolivia hvørvur um nøkur fá ár orsakað av veðurlagsbroytingunum Vísindafólk í suðuramerikanska landinum Bolivia siga, at ein tann best kendi jøkulin í landinum, Chacaltaya, er minkaður so nógv, at tað er lítið og einki eftir av honum.
Vísindafólkinieru ikki í iva um, at tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum eru orsøkin.
Jøkulin er í 5.300 metra hædd og bleiv fyrr hildin at vera besta skíðstað í heiminum. Bolivisku vísindafólkini siga, at nú eru bara nakrir ísklumpar eftir uppi á tindinum, og tey vænta, at um eini seks ár er eingin ísur eftir.
Kanningar fyrr vístu, at Chacaltaya-jøkulin er umleið 18.000 ára gamal.