Jákup á Borg: Hatta var tað vit ynsktu

FM1: Tað sigur Jákup á Brg í samrøðu við FM1 á døgurða í dag

##med2##

B36 skal spæla á heimavølli móti The New Saints úr Wales. Tað er besta ítróttarliga lutakastið, sum B36 kundi fáa. Dysturin verður í Føroyum í seinasta lagi 17. septembur. Jákup á Borg, venjari hjá B36, gleðir seg:

- Hetta kundi næstan ikki verið betri. Hetta var tað vit ynsktu okkum. Hetta er nógv tað sterkasta liðið í walisisku kappingini. Vit kenna eitt sindur til teir og hava spælt móti teimum fyrr. Tá taptu vit, men vit taptu bara akkurát á heimavølli, sigur Jákup á Borg um Champions League uppgerðina í 2015, tá The New Saints vann samanlagt 6-2, men bara 2-1 á Tórsvølli.

- Hetta verður sum vit Levadia hóskvøldið. Spæla vit upp til okkara besta, og teir kanska hava ein minni góðan dag, so hava vit absolut ein kjans at koma víðari, sigur venjarin hjá B36.

Walisiska kappingin er í summarferiu og tað sást millum annað, tá Barry Town United spældi móti NSÍ í undanumfarinum. NSÍ vann 5-1.

- Vit hava fyrr væntað, at teir eru í verri form enn vit, tí tað er summarsteðgur hjá teimum, men tá hevur tað víst seg at teir eru væl fyri. Fyrimunurin kann liggja í, at teir ikki hava vant øll tey smáu tingini, sum tú bara kanst í dysti, sigur Jákup á Borg, sum metir The New Saints sum favorittar.

- Vit eru spentir og gleða okkum. Teir vunnu seinasta dyst 3-1, so hetta er eitt lið, sum er favorittur, men tað leggja vit einki í. Vit dáma væl at spæla á Tórsvølli og vit trívast eisini sum undirtippaðir, sigur Jákup á Borg.