Jákup á Borg: Vit verða revsaðir fyri at koma langt

Europa League: Venjarin hjá B36 er ikki nøgdur við kappingarnevndina hjá FSF

B36 er í hesum døgum í Istanbul í Turkalandi. Hóskvøldið skal B36 spæla seinna dystin móti Besiktas í 2. undanumfarinum í Europa League kappingini. Hópurin fór avstað ólavsøkudag, og hevur síðani búð á luksusgistingarhúsi í Istanbul.

 

Lagið er gott í hópinum, men leiðslan í felagnum ilskast um støðuna í heimligu kappingini. B36 skal í ár spæla minst 38 dystir, um vit telja landskappingina, steypakappingina og Europa League við. Tí verður neyðugt at flyta runt upp nakrar dystir, men Jákup á Borg er argur um úrslitið av tí.

 

- Vit hava givið kappingarnevndini trý uppskot, um hvussu vit kundu hugsa okkum, at flytingarnar fóru fram, men alt er feiað av borðinum. Vit verða revsaðir fyri at koma langt í Evropa, sum annars gevur okkum týdningarmikil stig í samlaðu støðuni hjá UEFA, sigur Jákup á Borg við Sosialin.

 

Spæla í Trongisvági mánadagin

B36 hevur longu fingið flutt dystin móti 07 Vestur, sum skuldi verða ólavsøkudag. B36 hevur givið kappingarnevndini nøkur uppskot, men einki av teimum var í vikuni upp til dystin móti Víkingi í 24. umfari.

 

Dysturin, sum skuldi verða komandi sunnudag móti Suðringum í Trongisvági, er fluttur til mánadagin. Her var ynski at fáa býtt um, soleiðis at hesin dysturin varð spældur í Havn, meðan Suðringar fáa heimadyst í seinasta umfari, tá hesi liðini møtast aftur.

 

- Vit koma heim fríggjakvøldið, so vit velja at taka av flytingini til mánadagin, sjálvt um tað merkir, at menn aftur mugu taka frí. Flestu spælararnir hava brúkt alla sínar feriudagar í summar upp á fótbóltin, sigur Jákup á Borg, argur á málinum.

 

Dysturin millum Besiktas og B36 verður í annaðkvøld klokkan 19. In.fo fylgir dystinum.