Jákup er ársins málverji

Jákup Mikkelsen er besti málverji í Føroyum. Tað varð enn eina ferð staðfest í kvøld.

- Tað man vera, tí so nógv mál eru farin ígjøgnum, og at eg havi havt so nógv at gera, helt landsliðsmálverjin, sum hevur sagt farvæl við bestu fótbóltsdeildina. Næsta ár fer hann at verja málið hjá KÍ í næstbestu deildini.