Jacob Vestergaard, sum var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá Føroyar ásettu sær eginkvotu av makreli, er í dag formaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, sum eitt nú hevur til uppgávu at ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um, hvussu hann kann takla eitt nú makrelmálið mótvegis ES og Noreg.
- Uttanlandsnevndin hevur sum so ikki so ógvuliga stóran leiklut í sjálvum samráðingunum. Tann partin hevur í fyrsta lagi útinnandi myndugleikin, sum er landsstýrið og soleiðis eisini Fiskimálaráðið. Tað eru tey, sum taka sær av samráðingunum.
Jacob Vestergaard vísir á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var í uttanlandsnevndini undan seinasta samráðingarumfari, sum endaði úrslitaleyst í Írlandi í desember, har hann ráðførdi seg við nevndina.
- Her fekk hann góð ráð um, hvussu hann kann bera seg at, og so stóð tað sjálvsagt upp til hann, um hann heldur seg til tey ráðini ella ikki, sigur formaðurin í uttanlandsnevnd løgtingsins.
Portalurin hevur spurt Jacob Vestergaard, um tað er hugsandi, at samráðingarnar um makrelbýtið, sum verða í Bergen í døgnum, 25.-27. januar, møguliga kunnu draga enn longur út, tá ætlanin annars hevur verið, at hetta skulu verða tær seinastu og endaligu samráðingarnar í hesum umfari?
- Um tað gongur tann vegin, at partarnir kanska nærkast eini loysn, eru ivaleyst møguleikar fyri framhaldi í samráðingunum. Hinvegin kann eg ímynda mær, at londini enn einaferð fara at áseta sær eginkvotur eftir hendan fundin, um partarnir framvegis eru líka langt frá hvørjum øðrum. Londini vilja jú hvør í sínum lagi fáa stundir at fyrireika fiskiskapin, sum verður í summar og í heyst, í góðari tíð.
Jacob Vestergaard vil annars ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat tilmælið hjá uttanlandsnevndin er til landsstýrismannin í fiskivinnumálum er til komandi samráðingar, men hann leggur dent á, at uttanlandsnevndin er samd um ráðini til landsstýrismannin.
- Eg kann sjálvandi ikki siga, hvørji krøvini eru ella, hvørji ráð vit hava givið landsstýrismanninum. Hetta er í trúnaði, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini.
Jákup Mikkelsen, fiskimálaráðharri, segði fyrr í hesi vikuni, at hann fer á fund við uttanlandsnevndina, áðrenn farið verður til Bergens at samráðast um eitt møguligt býtið av heildarkvotuni av makreli.
- Tað er einki nýtt hent í málinum, síðan samráðingarnar slitnaðu í Írlandi í desember, segði landsstýrismaðurin.