Jákup fekk tann størsta kjansin

Jákup á Borg kom inn, tá bara fimm minuttir vóru eftir, men kortini eydnaðist honum í yvirtíðini at fáa kanska størsta kjansin, Føroyar høvdu ímóti Fraklandi í gjárkvøldið

– Fyrst og fremst mátti eg bara royna at leypa upp og raka bóltin. Eg visti ikki ordiliga, hvagar hann fór, men eg visti, at eg fekk lagt hann rímiliga væl. Tíverri fór hann beint við síðuna av.

Tað segði Jákup á Borg, sum fekk tilsamans sjey minuttir á vøllinum, men í yvirtíðini fekk kanska størsta kjansin, tá hann royndi at seta krúllin undir bóltin við fremru stong, eftir at Jónas Þór Næs hevði tveitt langt innkast í vinstru síðu.

– At skalla hevur ongantíð verið mín sterka síða, viðgekk Jákup, sum fekk skallað bóltin, men var so mikið kroystur av tveimum fraklendingum, at bólturin fór minna partin av einum hálvum metri fram við málinum.

29 ára gamli miðvallarspælarin hevur nú verið við fýra av teimum fimm ferðunum, Føroyar hava møtt Fraklandi, og hann heldur tað vera líka stórt hvørja ferð.

– Enn eina ferð var tað ein risastór uppliving, tí hetta eru alt stórar stjørnur. Men tað er eitt sindur keðiligt, at vit ikki hava skorað ímóti teimum enn. Hinvegin kundu vit kortini fegnast um, at áskoðararnir vóru so væl við og stuðlaðu okkum so væl, segði hann.


Gott avrik

Hóast stuttu løtuna á vøllinum, spældi hann í gjárkvøldið sín landsdyst nummar 58, og av núverandi spælarum er tað bara Jákup Mikkelsen, sum við sínum 63 landsdystum hevur fleiri í ummælisbókini.

– Hesa ferð var eg so stutt inni, at mín innsatsur nokk ikki kann metast rættiliga. Men liðið vísti eitt gott avrik, og serliga fríspørkini hjá Súna Olsen vóru fantastiska góð, staðfesti Jákup á Borg, ið helt fraklendingar gera alt fyri at fáa eitt mál aftrat, tí teir ikki vóru heilt álvuligir við bara at vera á odda 1-0.

– Vit vistu, at teir ikki ætlaðu at seta Ribery inn, uttan so at teir kendu seg noyddar til tað, og tað gjørdu teir so. Men sum heild haldi eg, at franska liðið var akkurát so gott, sum tað hevur verið.