Jákup fekk ávaringarskot frá Shevchenko

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Andrei Shevchenko, síðani hann skifti til enska stórfelagið Chelsea at spæla. Málini hava verið fá og atfinningarnar nógvar.

 

Mánakvøldið var tó krút í gaggunum hjá Shevchenko, sum skoraði ein drønmál ímóti Tottenham í fjórðingsfinaluni í FA Cup. Shevchenko sveiggjaði vinstra beini nakað úti frá, og bólturin streyk upp í málhorni.

 

Hetta er annar dystur á rað, at Schevchenko skorar fyri Chelsea. Leygardagin skoraði hann í dystinum móti Sheffield United, so hann tykist veruliga at vera komin í gongd.

 

Leygardagin verður Schevchenko við á ukrainska landsliðnum, sum kemur á Svangaskarð at spæla EM-dyst ímóti Føroyum. Tá er bara at vóna, at Jákup Mikkelsen klárar at verja fyri kanónskotunum hjá Shevchenko.