Jákup heldur at Aksel skal skammast

– Hetta er sera ó­dem­o­kratiskt og ófrættakent.
Tónin í orðadráttinum í­­mill­um Javnaðarflokkin og Fólk­a­flokkin harðnar al­samt.

Fríggjadagin brúkti Aksel V. Johannesen støðuna hjá út­lendsku manningini á Anitu sum fømi um, at »Fólk­a­­flokk­urin skræðir sam­fel­ag­ið sundur«.­

Hann sipar til, at Fólka­flokk­ur­in vil ikki gera nak­að fyri at bøta um við­ur­skift­ini.

Hetta, saman við øðrum mál­um, fær nú formannin í Javn­að­ar­flokkinum at mæla øllum flokkum til at boykotta Fólka­flokkin.
Men Fólkaflokkurin svar­ar aftur – minst líka hvass­orð­að­ur.
Í hesum sambandi heldur Ják­up Mikkelsen, formaður Fólk­a­floksins á tingi, at Aksel V. Johannesen er bæði ó­búgv­in, ódemokratiskur og ó­frættakendur.

– Tað er spell at formaður Javn­að­arflokksins brúkar eina deyðsvanlukku umborð á Anitu til partapolitiskt stríð ímóti Fólkaflokkinum, sigur Jákup Mikkelsen.

Hann vísir á, at málið um Anitu er meldað til løgregluna, og at Fiskimálaráðið kannar eis­ini viðurskiftini.

– Er brot á galdandi lóg og reglur, skal tað sjálvandi fáa fylgj­ur beinanvegin, sigur for­mað­ur Fólkafloksins á tingi.
Aksel Johannesen brúkar eis­ini hetta málið til, at fáa all­ar flokkar á Tingi at útihýsa og boykotta Fólkaflokkin, tí Javnaðarflokkurin er ó­samd­ur við politikkin hjá sitandi sam­gongu.

– Er Javnaðarflokkurin vorð­in ein intolerantur flokk­ur, sum ikki skammast við at seta fólkaræðið til síðis, spyr Ják­up Mikkelsen.

Hann spyr eisini, hvussu formaður Javn­að­ar­flokkins k­ann »nið­ur­gera og til­eink­i­s­gera« meir enn 20 prosent av velj­ar­a­skaranum?