Jákup N. Olsen, sum hevur verið formaður í Krabbameinsfelagnum síðani í 1992, heldur fram sum formaður.
Tað er greitt eftir at felagið hevði aðalfund í gjárkvøldið.
Hini í nevndini eru: Aibritt á Plógv, næstformaður, Agnar á Dul, kassameistari, og nevndarlimirnir eru Katrin Kallsberg og Sonja Nielsen.
Sonja Nielsen er nývald fyri Sólrun Jacobsen, sum tók seg úr nevndini.
Tiltakslimir eru Martin Joensen og Johan Poulsen. Johan Poulsen er somuleiðis nývaldur fyri Eliesar Olsen, sum ikki stillaði upp aftur.
Virksemið hjá Krabbameinsfelagnum er økt nógv seinastu árini, tí talið á sjúklingum og avvarðandi, ið venda sær til felagið, veksur alsamt.
Tíðliga í fjør varð ein krabbameinsstýrisbólkur settur á stovn at ráðgeva landsstýrismanninum innan krabbameinsøkið og at fylgja við í, um tilmælini í krabbameinsætlanini verða fylgd.
- Komið er so langt á mál við ætlanini, at longu nú verður hugsað um at endurskoða og gera eina nýggja krabbameinsætlan, sigur felagið.
Eitt tilmæli í Krabbameinsætlanini, føroyskir myndugleikar hava fylgt, er at víðka tilboðið um koppseting ímóti lívmóðirhálskrabba til eisini at fevna um kvinnur úr 12 upp í 28 ár.
Nýggja tilboðið kom formliga í gildi 1. desember í 2012 og tað er eitt átak Krabbameinsfelagið fegnast um.
- Næsta stigið er at meta um, hvørt dreingir eisini eiga at fáa tilboðið at verða koppsettir ókeypis ímóti HPV, sigur felagið
Samstørv, sum flyta og menna
Nógv nýggj og gevandi samstørv komu í lag í 2012, bæði her heima við myndugleikar, stovnar og feløg eins og við altjóða felagsskapir og myndugleikar.
Eitt serligt tiltak, Krabbameinsfelagið og fimleikafelagið, Ljósið, skipaðu fyri, var rørslutiltakið, Firvaldar, sum er fyri tey, ið eru í viðgerð fyri krabbamein ella hava verið í viðgerð, og teirra avvarðandi.
- Átakið hevur verið serstakliga væl móttikið, og fekk eisini evropiska viðurkenning fyri at vera eitt nýhugsandi ítróttarsamstarv.