Tað er ikki líkt til, at 40 ára gamli Jákup Mikkelsen verður landsliðsmálverjin næsta árið. Tað sigur hann við Sosialin.
Gunnar Nielsen fer neyvan at spæla næsta hálva árið. Hann brast saman við mótstøðuleikara og fekk álvarsligan løst í knæið, tá eykaliðini hjá Manchester City og Boltin spældu fyrr í vikuni. Brian Kerr, landsliðsvenjari, noyðist tískil at finna annan málverja til landsdystirnar í summar.
Jákup Mikkelsen hevur framvegis ikki tosað við Brian Kerr, men tað liggur ikki í kortunum, at klaksvíkingurin skal verja málið.
- Mín uppgáva á landsliðnum er at vera málmansvenjari. Tórður Thomsen og Meinhardt Joensen hava verið næstir í røðini eftir Gunnar Nielsen, og tað eru teir framvegis, sigur Jákup Mikkelsen við Sosialin, sum kemur í sølubúðirnar í morgin.
Jákup Mikkelsen loysti annars Gunnar Nielsen av í landsdystunum í heyst, tá Føroyar spældu móti Serbia og Norður Írlandi. Tað vóru eftir øllum at døma hansara seinastu landsdystir.