Jákup hevur tað sum fiskurin í Klaksvík

B36 venjarin hevur verið við til at vunnið nógvar sigrar í Klaksvík, har hann hevur skorað sjey mál

Í kvøld klokkan 18.30 hittast KÍ og B36 í Klaksvík. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava knívin á barkanum. Dagsskráin er at halda tørn um møguleikan næsta summar at vera við í europeisku kappingini, har bæði KÍ og B36 stóðu seg væl í summar og í heyst.

HB er topplið við 61 stigum fyri 23 dystir, KÍ er á triðja plássi við 51 stigum fyri 21 dystir, og B36 hevur 49 stig fyri 22 dystir.

Hesin veruleikin ber við sær, at í løtuni er tað lítið og einki, sum bendir á, at B36, KÍ og NSÍ, sum er næstfremst við 53 stigum fyri 23 dystir, hava møguleika at hótta HB.

Tølini siga, at B36 hevur heilt gott tak á KÍ í Klaksvík. Síðani 2000 hevur B36 sambært faroesoccer.com verið 25 ferðir í Klaksvík og spælt landskappingardystir, og bara fimm ferðir hevur KÍ vunnið. Fimm ferðir er tað endað javnt, og ikki færri enn 15 ferðir eru gestirnir farnir suður aftur við øllum stigunum.

Í fyrsta umfari í ár vann B36 2-0, og í fjør vann B36 2-0. Síðsti KÍ sigurin á heimavølli ímóti B36 var í 2018, tá ið tað á norðoyastevnu endaði við 3-1 heimasigri.

Í Gundadali hevur B36 vunnið 15 ferðir ímóti KÍ síðani 2000. Seks ferðir er tað endað javnt, og KÍ hevur vunnið sjey ferðir. Síðsti B36 sigurin á heimavølli ímóti KÍ var fyrr í ár, tá ið tað endaði 6-2. Síðsti KÍ sigurin í Gundadali var á síðsta leikdegi í fjør, tá ið 3-0 í FM finaluni leygardagin 26. oktober bar FM heitið við sær.

B36 venjarin Jákup á Borg eigur nógv góð minni úr Klaksvík. Hann hevur verið við í flestu B36 sigrunum í Klaksvík – onkran dystin í Klaksvík vann hann við HB 2006 – 2008 – og hann hevur skorað sjey mál í landskappingardystum á útivølli ímóti KÍ. Besta árið var í 2011, tá ið hann í tveimum dystum skoraði trý mál.

Í 2011 vann B36 FM við 67 stigum. Venjarar hjá B37 vóru John Petersen og Mikkjal Thomassen, sum síðani 2015 hevur verið venjari í Klaksvík. Í stjórnartíðini hjá Mikkjali Thomassen í KÍ hevur B36 verið sjey ferðir í Klaksvík. KÍ hevur vunnið tvær ferðir, B36 hevur vunnið tríggjar ferðir, og tvær ferðir er tað endað javnt.

Allir KÍ spælararnir eru tøkir. Í 2-1 heimasigrinum ímóti EB/Streymi leygarkvøldið var Lukasz Jarosinski málverji fyri fyrstu ferð.

Hjá B36 er Eli Falkvard Nielsen tøkur aftur eftir leikbann í 2-0 sigrinum ímóti TB leygardagin, og Magnus Holm Jacobsen er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Hugin Samuelsen og Andrias H. Eriksen eru skaðadarvaðir.

KÍ – B36: Eiler Rasmussen kl. 18.30.