Í Danmark iðra teir seg framvegis um, at tað leygardagin kiksaði í Parkini, tá Italia vitjaði. Italia vann 2-1, og harvið eru vónirnar hjá dønum um at sleppa upp í part í EM endaspælinum, sum verður í Hollandi og Belgia á sumri í ár 2000, sera lítlar. Danir eru mest vónbrotnir av mátanum, sum teir taptu uppá. Mett verður, at spælið var betri, enn tað hevur verið leingi, og um tað hevði verið sum í boksing, har dystirnir verða avgjørdir við stigum, so hevði lítil ivi verið um, hvør skuldi vunnið. Men persónlig mistøk kosta nógv ? ikki minst tá mótstøðumenninir eru av sovornum slagi, sum italsku fótbóltssnillingarnir eru.
Aftur gerandisdagur
Í dag verður aftur spælt í superliguni, og longu 2. páskadag verður eitt nýtt umfar.
Føroysku spælararnir í superliguni eru væl fyri, og bæði hjá Herfølge og FCK er talan um spennandi umfør.
Todi Jónsson og hinir í FCK skulu í dag á grasið í Parkini, har Danmark tapti leygardagin. Mótstøðulðið er Lyngby, sum í løtuni verður mett at hava eitt tað besta liðið í Danmark. Ikki minst Martin Johansen, sum ikki kundi brúkast í eingilskum fótbólti, spælir væl.
FCK hevur nógv fólk, men tað verður mett sum afturstig, at tríggir spælarar ikki eru tøkir. Málverjin, Thomas Gill, varð skaddur undir venjing mánadagin, og tí fær Karim Zaza høvi at vísa, um hann er meiri sannførandi, enn norðmaðurin hevur verið teir báðar dystirnar, sum higartil eru spældir í ár.
Peter Nielsen, liðformaðurin, er leikbannaður í dag, tí hann hevur fingið ov nógv gul kort, og Carsten Hemmingsen er leikbannaður í trý umfør, tí hann spýtti í andlitið á mótstøðumanni, tá FCK tapti 1-0 móti Vejle.
2. páskadag skal FCK spæla í Silkeborg, og tað er einki at liggja omaná, at báðir dystirnir, sum FCK skal brúka at fáa fyrstu stigini í ár í, eru sera torførir.
Gott høvi hjá venjaranum
Herfølge skal í dag spæla í Aarhus móti Fremad. Tað verður altíð mett at vera torført hjá Herfølge at spæla móti veikum liðum, tí tá skulu teir í størri mun enn móti sterkaru liðunum mynda spælið, og tað eru teir ikki so glaðir fyri.
Men 2. páskadag verður ikki neyðugt hjá Herfølge at hugsa um sovorðið. Tí tá kemur Brøndby við einari rúgvu av áskoðarum at vitja á lítla stadion, og tá fer at bera til hjá Herfølge bara at hugsa um skjót mótálop, tí eingin ivi er um, at Brøndby fer at trýsta spælið móti málinum hjá Jákupi Mikkelsen.
Í sambandi við henda dystin er tað áhugavert, at ein av mótstøðumonnunum hjá Herfølge verður John Jensen, sum 1. juli skal taka við sum venjari hjá Herfølge. Sjálvur sigur hann, at hann higartil ikki hevur havt møguleika at síggja nakað serligt til liðið, sum hann skal hava ábyrgdina av, og 2. páskadag fer hann at hugsa meiri um at vinna móti Herfølge enn um, hvussu Herfølge spælir.
Í Herfølge tosa teir longu við John Jensen um framtíðina. Sáttmálaskeiðið við fleiri av spælarunum verður liðugt 1. juli, og tað hevur verið ivasamt, um teir fara at halda fram.
Jákup Mikkelsen, sum hevur sáttmála fram til 1. juli ár 2000, sigur, at hann hevur skilt tað soleiðis, at nú eru fleiri sáttmálar komnir uppá pláss, men tað liggur í luftini, at onkur spælari ætlar sær ikki at halda fram í felagnum.
Herfølge, ið framvegis venur á einum grasvølli, sum ein skúli eigur ? 1. apríl sleppa teir at venja á sínum egna vølli ? hevur verið nógv plága av skaðum í ár, men nú sær betri út. Tveir spælarar eru framvegis skaddir, og annar teirra er Kenneth Jensen, sum í fjør gav skarvin yvir í kappingini um pláss í álopinum hjá FCK.