Jákup Martin: Javnleikur hevði verið rættvíst úrslit (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi iðrar seg um tapið ímóti ÍF á útivølli, men slær fast, at sundalagsmenn eru framvegis við gott mót

##med2##

EB/Streymur ferðast aftur til Sundalagið við einum 1-2 útitapi móti ÍF. Tað sá bjart út tá Niklas Kruse miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði til 1-1, men løtu seinni fekk Fannhard Skoradal seinna gula kortið, og sundalagsmenn máttu seinastu løtuna stríðast 10 móti 11.

Tá fáir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini hevði Uros Stojanov sent bóltin í málið hjá EB/Streymi og 1-2 tapið var veruleiki.

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen heldur, at javnleikur hevði verið rætta myndin av dystinum. Hann iðrar seg um tapið, men slær fast, at sundalagsmenn eru við gott mót og fara at stríðast víðari.

Jákup Martin Joensen fellir ikki harðan dóm yvir Fannhard Skoradal, ið bleiv vístur av vøllinum, men staðfestir, at slíkt er ein lærutilgongd hjá einum ungum spælara.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Jákup Martin Joensen. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum og dystarendanum. Abraham Løkin var viðmerkjari. 2) Hoyr Abraham Løkin taka samanum tað, ið hann samlað metir verða ein uppibornan heimasigur hjá ÍF í kvøld. Abraham metir Skála og AB at vera veikastu liðini í botnstríðnum. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein fegnan Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen. Fyri venjaratoymið og fyri hópin hjá ÍF kemur sigurin sera væl við, og er tað gott at vera sloppin av við seksstiga spøkilsið frá 2019.

##ms##

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)