ÍF hevur gjørt sáttmála við Jákup Mikkelsen og sonin, Poul Nolsøe Mikkelsen, fyri komandi kappingarár. Tað boðar heimasíðan hjá ÍF frá.
Jákup Mikkelsen takkaði annars fyri seg í ÍF eftir farnar kappingarár, men segði at hann framvegis ætlaði at halda fram við fótbóltinum. Tað var bara óvist hvussu og hvar. Hann hevur sjálvlandi verið settur í samband við barndómsfelagið KÍ, men tað er so blivið av ongum.
Jákup Mikkelsen hevði eitt gott kappingarár í 2012, og var valdur til besta málverjan á gallatiltakinum hjá Miðlahúsinum.
Eisini 17 ára gamli Poul Nolsøe Mikkelsen verður at síggja í ÍF búnanum komandi kappingarár. Hann er miðverji og hevur fyrr spælt KÍ, har hann hevur spælt ein dyst á besta liðnum og fleiri á næstbesta liðnum, umframt at hann hevur verið partur av U19 landsliðnum.
Báðir hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.
Mynd: (www.if.fo) Jákup Mikkelsen, Ólavur Larsen, formaður í ÍF, og Poul Nolsøe Mikkelsen