Tað eru líkindi fyri, at fyrsti føroyingurin nakrantíð um ikki so langa tíð fer at skriva sáttmála við eitt felag í bestu deildini í eingilskum fótbólti.
Jákup Mikkelsen, málverjin á landsliðnum og í danska superligu felagnum Herfølge, fer heilt skjótt til Leeds, har hann skal royndarvenja í fimm dagar, og so fæst at síggja, hvønn veg tummulin fer at venda hjá leiðsluni í eingilska stórfelagnum. Ætlanin hevur verið upp á tal í tríggjar vikur, og nú sær tað út til, at hon fer at gerast veruleiki.
Tað er venjarin hjá Herfølge, John Faxe Jensen, sum hevur fingið sambandið í lag við eingilska felagið. Faxe var fyrrapartin av níti árunum í tænastu hjá stórfelagnum í London, Arsenal, og har var ein av liðfeløgunum hjá honum David O?Leary, sum í mong ár var verjuálit í felagnum og framvegis er tann spælarin, ið hevur umboðað Arsenal oftast. Samlaða dystartalið í Arsenal hjá O?Leary, sum nú er venjari í Leeds táttaði í átta hundrað.
John Faxe Jensen og David O?Leary eru framvegis vinmenn, og nú hevur Herfølge venjarin víst eingilska vinmanninum á ein góðan málverja, sum eftir fíggjarligu alini, sum verður brúkt í bestu fótbóltsdeildini í Onglandi, verður bíligur at keypa, sjálvt um upphæddin, sum Herfølge møguliga kann fáa burturúr, eftir teirra mátistokki ikki verður so lítil.
Veldug avbjóðing
Jákup Mikkelsen, sum mánakvøldið helt tætt móti Esbjerg, váttar yvirfyri Ítróttarsosialinum, at hann skal til Leeds at royndarvenja:
? Eg síggi hetta sum eina sera spennandi ítróttarliga avbjóðing og ein góðan fíggjarligan møguleika. Pengarnir í eingilskum fótbólti eru nógv størri, enn teir eru í donskum fótbólti. Um tað skuldi eydnast at fingið sáttmála við Leeds, so kann eg sjálvandi ikki roknað við teimum upphæddum, sum tað hoyrist um, at bestu spælararnir har yviri fáa, men hóast eg einki veit um lønarstøðið í eingilskum fótbólti, so veit eg so mikið, at tað er væl hægri, enn tað er í Danmark.
? Eg haldi, at besta deildin í Onglandi kanska er tann mest undirhaldandi og spennandi í øllum heiminum, so tað verður eitt stórt upplivilsi at fáa møguleikan at venja saman við spælarunum har. Í fyrstu atløgu verður tað í eina viku, og nú tá eg verði so heppin at fáa møguleikan, so verður tað upp til mín sjálvan at vísa, hvør dugur er í mær og harvið at skapa áhuga hjá felagnum at skriva sáttmála.
Allir partar vinna
Um tað skuldi komið har til, at talan verður um veruligar sáttmálasamráðingar, so verða tær millum Leeds, Herfølge og Jákup Mikkelsen, sum er knýttur at Herfølge fram til 30. juni komandi ár. Tá sáttmálaskeiðið verður liðugt, kann Herfølge ikki krevja nakað fyri Jákup Mikkelsen, sum langt síðani hevur boðað felagnum frá, at hann ætlar at royna okkurt annað, tá sáttmálaskeiðið er runnið.
Um Jákup verður seldur til okkurt annað felag nú, so kann Herfølge krevja pengar fyri hann, og tað er orsøkin til, at stjórin í felagnum, Kenneth Wegner, fyrr í summar segði við Ítróttarsosialin, at hann roknaði við, at Jákup fór at verða seldur seinni í ár, og at John Faxe Jensen nú arbeiðir uppá at selja mest týdningarmikla spælaran hjá sær. Um tað eydnast hjá honum, so fer Herfølge at fáa nakrar milliónir, sum teir so kunnu brúka til at keypa aðrar spælarar at styrkja um liðið við.
Kappast við
tann besta
David O?Leary og Leeds hava ein tann besta málverjan í Onglandi. Tá Ongland í síðstu viku spældi týdningarmiklan EM undankappingardyst í Póllandi, var Niegel Martin málverji á landsliðnum, og týskvøldið vardi hann málið, tá Leeds í UEFA kappingini vann 3-1 í Hollandi.
? At Leeds er áhugað í at fáa ein málverja afturat, er fyri at hava ein eykamann til landsliðsmálverjan, um hann skuldi verið skaddur ella leikbannaður. Teir hava ein annan málverja eisini, men í einum so stórum felagi halda teir tað vera rætt at hava tríggjar málverjar, so tað er langur vegur at sleppa at spæla í premier deildini, sjálvt um tað skuldi eydnast at fingið sáttmála, sigur Jákup Mikkelsen, sum sjálvsagt ikki er blindur fyri møguleikanum, at ein kjansur sum eykamálverji hjá Leeds kundi latið aðrar dyr upp.
Millum tey best kendu
Í seksti og sjeyti árunum taldist Leeds millum bestu feløgini í Onglandi. Teir vunnu meistaraskapin okkurt árið, og teir vóru eisini millum teir fremstu í europeisku kappingunum.
Leeds átti mong viðhaldsfólk í Føroyum, og tey, sum fylgdu við í eingilskum fótbólti fyri einari fjórðinsøld síðani, komast við nøvn sum Billy Bremner, ið var miðvallarstríðsmaður fram um teir flestu, Joe Jordan, høvuðsterka miðframherjan, sum var óførur við høvdinum, og Peter Lorimer, ið sparkaði dyggari enn nakar hestur. Hesir tríggir høvdu tað til felags, at teir vóru skotar, og samstundis taldust teir millum stuðlarnar á liðnum hjá Leeds, har Jackie Charlton var eitt av álitunum í verjuni.
Í nøkur ár var Leeds í aldudalinum, men David O?Leary hevur verið ein góður og álitisfullur stjóri. Í fjør varð endastøðan so mikið góð, at hon bar europeiska luttøku við sær, og í kappingini, sum bara er sjey umfør gomul, eru teir í kapping við teir fremstu. Felagið hevur øll árini átt síni trúføstu viðhaldsfóli í Føroyum, og tað er einki at ivast í, at um tað fer at eydnast Jákupi Mikkelsen at sannføra David O?Leary um, at tað, sum John Faxe Jensen hevur sagt honum, ikki bara eru orð, so fer skarðin av føroyingum, ið fara at taka á við Leeds, at fjølgast.