Jákup Mikkelsen heiðraður

Seinasta vikuskiftið var landsliðsmálmaðurin Jákup Mikkelsen heiðraður av KÍ og Norðlýsinum. Í sambandi við fyrilestur hjá Jákupi, var ein mynd avdúkað, sum skal hanga á Café KÍ. Teksturin til myndina er “fyri málmansavrik, sum eingin annar føroyingur hevur megnað”. Áður hevur KÍ eisini heiðrað Toda Jónsson á líknandi hátt. Teir báðir klaksvíkingarnir hava vunnið danska meistaraheitið í fótbólti fyri ávíkavist Herfølge og FCK.