Útisetar
Í blaðnum í gjár høvdu vit ein lítlan stubba um, at Michael Laudrup metti Toda Jónsson vera ímillum teir fremstu útlendingarnar í donskum fótbólti. Søgan hevði so uppruna í Ekstrablaðnum mánadagin, og hon varð skrivað í skundi út frá tí, sum mánamorgunin stóð at lesa í internet útgávuni av blaðnum.
Men søgan var ? sæð við føroyskum eygum ? uppaftur betri, enn tað, sum stóð í blaðnum í gjár.
Michael Laudrup hevði ikki bara Toda Jónsson á hesum landsliðnum, sum blaðið kallar tað. Men hann hevði eisini Jákup Mikkelsen ímillum teir fyrstu ellivu útlendingarnar.
Tað verður lurtað
Nú er Michael Laudrup ikki hvør sum helst. Øll fótbóltshugað kenna og vita um avrikini hjá hesum fótbóltssnillinginum. Longu í 1982 kom hann upp í fremstu deildina í Danmark, sum tá var 1. deild. Tá spældi hann í KB, sum nú er annað felagið aftanfyri liðið hjá Toda Jónsson, FCK. Hitt felagið er B 1903. Maðurin, sum hetta árið hevði ábyrgdina av KB, var John Kramer, sum bara tvey ár seinni stóð á odda, tá B68 vann sítt fyrsta FM heiti.
Michael Laudrup flutti árið eftir til Brøndby, og so var ein øgilig kapping ímillum stóru feløgini í Europa um, hvør skuldi hava rætin til henda stóra fótbóltsheilan og fótbóltsbeinini, sum vóru so rætt skrúvað saman. Millum mong onnur feløg var Liverpool, men tað endaði við, at Laudrup umveigs Lazio komu til Juventus í Italia. Seinni spældi hann í Barcelona og Real Madrid. Hann varð mettur sum ein hin fremsti spælarin í Europa, og fleiri vóru av teirri áskoðan, at um hann hevði verið á danska landsliðnum, sum vann EM í 1992, so hevði hann verið kosin besti spælarin í Europa hetta árið. Higartil hevur bara ein dani uppnátt henda heiðurin. Tað er venjarin hjá føroyska landsliðnum, Allan Simonsen, sum í 1977 varð kosin besti spælarin í Europa.
Nú eru longu trý ár síðani, at Michael Laudrup gavst á danska landsliðnum, men framvegis er hann ein av mest virdu monnunum í donskum fótbólti. Sum í síni tíð á vøllinum, so er hann eisini uttanfyri vøllin ein gentlemaður. Hann veit, hvat hann tosar um, hann dugir væl at orða seg, og tískil verður tað sjálvandi lurta eftir honum. Tí er tað ikki undur í, at teir báðir føroysku spælararnir í superliguni ? í hesum førinum hevur Michael Laudrup neyvan hugsað um Johan B. Hansen sum føroying! ? kenna tað sum ein stóran heiður, at hjálparvenjarin á danska landsliðnum hevur havt teir frammarlaga í huganum, tá Ekstrablaðið heitti á hann um at seta eitt lið saman, sum var mannað við bestu útlendsku spælarunum í donskum fótbólti.
Kennir tað sum herðaklapp
Tá Jákup Mikkelsen mánadagin fór til venjingar í Herfølge visti hann, at donsku fjølmiðlarnir høvdu mett hann at vera besta mann á vøllinum, tá Herfølge tapti 2?0 á útivølli ímóti FC Midtjyllandi. Sum vit søgdu í gjár, so var hann av TV3 fótbóltinum sunnukvøldið kosin at vera besti málverjin í Danmark í hesum umfarinum:
? Tað er altíð hugaligt, men eg iðri meg um, at vit ikki vunnu. Vit hava spælt fýra ferðir ímóti FCM í hesum kappingarárinum, og vit hava tapt hvørja ferð. Eg veit væl, at teir nú eru oddalið í superliguni, men eg má siga, at teir hava ongantíð verið sannførandi ímóti okkum. Hesa ferð høvdu vit allar fyritreytir at vinna. Teir høvdu spælt steypadyst hóskvøldið og vóru moyrir. At vit ikki vunnu undirstrikar, at vit eru illa fyri, staðfestir Jákup Mikkelsen.
At Michael Laudrup metti føroyska málverjan at vera besta útlendska málverjan í superliguni, frætti Jákup frá liðfeløgunum, tá hann kom til venjingar.
Tað eru tólv málverjar í superliguni, og av teimum eru fýra útlendingar. Umframt Jákup Mikkelsen er talan um Thomas Myhre, sum stendur í málinum hjá FCK og er norskur landsliðsmálverji, Per Fahlström, sum er í Lyngby málinum, og Arek Onyzko, sm verjir málið hjá Viborg.
? Eg haldi allar útlendsku starvsfelagarnar hjá mær vera góðar málverjar. Í fjør varð Arek Onyzko kosin at vera besti málverjin í superliguni. Tað vóru málverjarnir í superliguni og næstbestu deildini, sum tóku lut í tí atkvøðuleiðsluni. Hann er 27 ára gamal og hevur spælt tveir landsdystir fyri Polen. At Michael Laudrup sigst hava tikið meg framum henda málverjan, taki eg sum ein stóran heiður og eitt orduligt herðaklapp, staðfestir ein lítið látin Jákup Mikkelsen.
Jákup sigur einki um tað sjálvur, men vit gita, at Laudrup leggur stóran týdning í, at ímillum tólv teir bestu málverjarnar í Danmark er Jákup so nógv tann besti fótbóltsspælarin.
Kennir tú Michael Laudrup?
? Ikki meiri enn øll onnur, sum hava fylgt við og fylgja við í donskum og altjóða fótbólti. Tá vit spældu ímóti danska landsliðnum í Gundadali í fjør, heilsaði eg uppá hann.
Jákup Mikkelsen veit ikki, um heiðurin frá Laudrup og Ekstrablaðnum kann brúkast til nakað. Tað er greitt, at hann ikki heldur fram í Herfølge, tá hetta kappingarárið er liðugt. Jákup ynskir ikki at siga nakað ítøkiligt um framtíðina, tí hann sigur, at einki er avgjørt. Men vit kunnu staðfesta, at tað tykist liggja í kortinum, at tað verður ikki í hesum umfarinum, at hann kemur aftur til Føroya.
Fullkomin spælari
Í blaðnum í gjár søgdu vit, at Michael Laudrup metti Toda Jónsson at vera ein ógvuliga fullkomnan spælara. Tað er ikki so undarligt, tí teir báðir ? Michael Laudrup og Todi Jónsson ? eru ikki so ólíkir fótbóltsspælarar.
Útlendingaliðið hjá Laudrup er rættuliga framrættað, og Todi Jónsson er settur á ytsta miðvallarplássið í vinstru.
Sjálvandi er hetta ein heiður hjá Toda, sum í hesum døgum umhugsar, hvussu tað skal vera við landsliðnum í framtíðini. Fyrsta fótbóltsfelagið hjá Toda var í Vejle, har hann búði sum smádrongur. Tá hetta herðaklappið kemur frá Laudrup, er ikki torført at ímynda sær, at Todi hugsar um, hvussu tað hevði tørnað út, um hann hevði hildið fram at spæla í Danmark. Sambært Michael Laudrup hevði Todi Jónsson avgjørt verið eitt boð upp á pláss á danska landsliðnum, um hann var dani. Longu í 1991, tá Todi fyrstu ferð umboðaði Føroyar, varð tað avgjørt, at tað varð FSF og føroyskur fótbóltur og ikki DBU og danska landsliðið, sum skuldi fáa ágóðan av fínu evnunum hjá Toda.
Tað eru 43 útlendskir spælarar í superliguni. Av teimum eru tveir føroyingar, og Michael Laudrup heldur teir báðar teljast ímillum teir fyrstu ellivu. Liðið hjá Laudrup í Ekstrablaðnum mánadagin sá soleiðis út: Jákup Mikkelsen, Herfølge/Føroyar ? Andrew Tembo, OB/Zambia, Lars Bohinen, Lyngby/Noreg, Krister Nordin, Brøndby/Svøríki ? Magnus Svensson, Brønsby/Svøríki, Ståle Solbakken, FCK/Noreg, Sibusiso Zuma, FCK/Suðurafrika, Todi Jónsson, FCK/Føroyar ? Andres Oper, AaB/Estland, Mwape Miti, OB/Zambia, Matias Jonson, Brøndby/Svøríki.
Kanska hevði tað verið eitt gott hugskot, um hetta liðið royndi seg ímóti danska landsliðnum, heldur Ekstrablaðið. Fótbóltshugaðir føroyingar kunnu ikki annað enn halda, at tað hevði verið sera spennandi!