Jákup Reinert Hansen 50 ár

Í morgin, leygardagin 3. desember, verður Jákup Reinert Hansen sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi, 50 ár. Dagurin verður hildin í prestagarðinum í Todnesi, har øll eru væl komin til morgunmatar millum klokkan 10 og 14.

Foreldrini hjá Jákupi eru Judith fødd Reinert Petersen og ættað úr Saltnesi, og Mejnhardt Hansen, sum er ættaður av Nesi, har tey bæði búgva. Tey eiga seks børn: Jákup føddur í 1955, Noomi í Dali fødd í 1957, Jeanne Poulsen fødd í 1958, David føddur í 1960, Marjun Simonsen fødd í 1965 og Sølvi føddur í 1970.
Jákup býr á Sandi, Noomi, Jeanne og Marjun búgva í Havnini, David býr á Oyri, og Sølvi býr í Saltangará.
Jákup er føddur í Íslandi, har foreldur hansara arbeiddu fyri hálvari øld síðani. Størsta partin av barnaárunum búði Jákup í Danmark. Pápin er útbúgvin diakonur, og tey búðu í nógv ár á Sjællandi. Jákup var fermdur, tá ið familjan upp undir jól í 1969 flutti til Havnar, har pápin var KFUM skrivari.
Útbúgvingartíðin hjá Jákupi var so stutt, sum tað næstan ber til. Hann var átjan og eitt hálvt ára gamalur, tá ið hann í 1974 leyk nýmálsligt studentsprógv í Hoydølum. So var hann eitt ár vikarur á Argjum, áðrenn hann í 1975 fór undir gudfrøðislestur á lærda háskúlanum í Århus.
Í 1982 var Jákup, sum plagar at taka til, at hann er fegin um, at hann sum unglingur í summarfrítíðum royndi sjólívið, liðugur við útbúgvingina. 5. desember í 1982 varð hann av Ejvindi Vilhelm, sála, prestvígdur í Havnar kirkju, og síðani hevur hann verið sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi.
Jákup skrivaði í 1994 saman við Heina F. Petersen Mikkjalsbók, sum er stórverk um mentamannin Mikkjal á Ryggi, sum eitt nú yrkti nógvar fínar sálmar. Í august í 2004 vardi Jákup ph. D. ritgerð á lærda háskúlanum í Århus. Tá hevði hann í sjey ár arbeitt við ritgerðini, sum snýr seg um Jákup Dahl og skaldskap hansara við serligum atliti til lestrarnar, sum hann skrivaði, og sum hava verið nógv nýttir.
Í sambandi við nógvu tíðina, sum sandoyarprestur hevur nýtt til eftirútbúgving, hevur hann serliga havt áhuga fyri praktisku gudfrøðini, um tað ber til at siga tað soleiðis. Hann hevur luttikið á nógvum skeiðum ymsa staðni í Norðurlondum og eisini í Týsklandi, og hann hevur eitt nú víst sálmum og sálmaskøldum stóran áhuga. Jákup hevur víðgreinað akademiskt netverk í hesum sambandi, og hann hevur sjálvur og saman við øðrum skrivað nógvar greinar um gudfrøðiligar spurningar.
Ofta hevur Jákup gjørt útvarpssendingar um sálmar og sálmaskøld. Eitt nú hevur hann í sjey ár í føstuni havt sendingar um eitt ávíst sálmaskald. Hesar sendingarnar hevur hann gjørt saman við Janusi Mohr. Jákup hevur yrkt eitt sindur og eisini umsett. Eitt nú hevur hann umsett sangin Heima í Himni, sum systkinabørnini hjá honum á Toftum gjørdu so kendan fyri nøkrum árum síðani.
Seinastu níggju árini hevur Jákup Reinert Hansen verið formaður í prestafelagnum. Hann hevur síðani hann kom til Sands at búgva verið formaður í barnaverndini, og hann er leiðari í musikkskúlanum har suðuri.
Jákup giftist í 1983 við Jóhonnu Poulsen. Hon er dóttir Elina og Høgna Poulsen, sum í mong ár vóru prestafólk í Vágum og síðani í Havnini. Jóhanna og Jákup eiga fýra børn: Judith fødd í 1984, Mejnhardt føddur í 1987, Høgni føddur í 1989 og Elin fødd í 1990.J