Leygardagin klokkan 16 verður ein søguligur landsdystur millum Føroyar og Danmark í høllini á Hálsi í Havn.
Tá fara okkara sterkastu menn, Jákup Súni Berg og Bogi Hammer at kappast í sterka mannakappingum ímóti tveimum teimum sterkastu monnunum í Danmark, Nikolaj Hansen og Mikkel Leicht.
Talan er um fyrsta landsdyst nakrantíð innan hesa ítróttargreinina.
Jákup Súni Berg og Bogi Hammer eru fullgreiðir yvir, at mótstøðan verður hørð, men teir hava góðir, ikki minst um ein fullsett ítróttarhøll á Hálsi fer at bakka teir upp, og veruliga fáa sterku danskararnir at kenna, at teir eru á útivølli.
Fyrrapartin vitjaðu Jákup Súni Berg, Bogi Hammer, Nikolaj Hansen og Mikkel Leicht morgunsendingina hjá Rás2. Nikolaj Hansen og Mikkel Leicht lótu ongan iva verða um, at teir ætlaða sær at vinna tann fyrsta sterkamannalandsdystin millum Føroyar og Danmark.
Tað ber til at hoyra prátið við Jákup Súna Berg, Boga Hammer, Nikolaj Hansen og Mikkel Leicht undir greinini.