Jákup Sune Jacobsen deyður

F. 27. august 1922
D. 12. juni 2011

Hvítusunnudag andaðist Jákup Sune Jacobsen, fyrrverandi býráðslimur í Havn, 88 ára gamal.
Hann varð borin til gravar úr Havnar kirkju í gjár, har Sonja Klein, prestur, hevði jarðarferðina. Við loyvi frá presti prenta vit brot úr jarðarferðartalu hennara:
»Vit eru samlaði hesa løtuna her í Havnar Kirkju at fylgja Jákup Suna til hansara seinasta hvíldarstað. Eitt farvæl, sum nú setir punktum fyri eitt langt og ríkt lív - og eitt heilt serligt menniskja. - Ein lívssøga, sum byrjaði her í Havnini í 1922, og endaði seinasta sunnudag – hvítusunnudag – sum eisini var ein av okkara vakrastu summardøgunum. Jákup Sune var javnaðarmaður, og alla sína tíð var hann ógvuliga tilvitaður um sosialu umstøðurnar í samfelagnum, og hjarta hansara bankaði fyri teimum veiku og smáu í samfelagnum. Børn høvdu eitt stórt pláss í hjarta hansara. Og tað hevði stóran týdning fyri hann, at tað ikki varð gjørdur mismunur millum børn.
Longu tíðliga merkti hann álvaran í lívinum. Og hann gjørdist tilvitaður um at tala søk teirra veiku. Báðar ommurnar gjørdust tíðliga einkjur, og tað hevði stóran týdning fyri hann, at livikorini hjá einkjum blivu betraðar. Allar hesar upplivingar, hann hevði tíðliga í lívinum, lærdu hann at taka ábyrgd. Og hetta hevði ivaleyst eisini við sær, at hann altíð síðani var sakligur og álítandi í øllum verki. Tá ið hann var 10 ára gamal mátti mamma hansara fara av landinum á Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð. Hann fór tá til mammubeiggjan Petur Mohr Dam at vera á Tvøroyri og har at ganga í skúla. Og Petur Mohr Dam fekk stóran týdning fyri hann, og hann hevði altíð ómetaliga stóra virðing fyri mammubeiggja sínum. Seinni gjørdist pápi hansara álvarsliga sjúkur. Eisini hann mátti fara á Ríkissjúkrahúsið at fáa sær heilsubót, men hetta var síðsta skipið til Danmarkar áðrenn kríggið, og hann slapp ikki heimaftur fyrr enn í 1945.
Jákup Sune fekk tí longu um 17 ára gamal ábyrgdina fyri familjuni heima – mammuni og teimum báðum yngru sysktunum. Hann arbeiddi um dagin í Landshandlinum og blandaði máling um kvøldarnar, sum varð seld í málingahandlinum hjá pápanum, Mikk málara.
Jákup Sune gekk í realskúla. Hann hevði góð evni at læra, og dreymur hansara var at lesa víðari, men tíðirnar tá vóru soleiðis, tað bar ikki til. Starv hansara kom síðan at vera á Gjaldstovuni á skattadeildini, har hann arbeiddi, til hann fór frá fyri aldur.
Jákup Sune var álitisfólk og fekk tí eisini álitisstørv. Hann sat í býránum í árunum frá 1972 til 1984. Jákup Sune var handaliga sera dugnaligur og eisini nærlagdur. Og honum dámdi væl at putla við ymiskt. Hann var ógvuliga arbeiðssamur og altíð í gongd við okkurt. Honum dámdi væl, tá vinir og familja spurdu hann um okkurt handaligt, og altíð var hann til reiðar at hjálpa. Hóast tíðirnar mangan vóru ringar og korini smá bæði í barnaárunum og ungdómsárunum við, so vaks Jákup Sune upp í einum heimi, har hjartarúmið var stórt, og nógv fólk vitjaðu inn á gólvið har. Og soleiðis helt tað fram við at vera, tá ið Birgit og Jákup Sune giftust, og búsettust í Dr. Jacobsensgøtu. Og heimið hevði ómetaliga stóran týdning fyri Jákup Sune, hann var so ótrúliga góður við familjuna, sum hann bara vildi gera alt tað besta fyri og taka sær væl av.
Hann hevur stuðlað børnum sínum væl upp á allar mátar og í øllum. Hann hevði tað stóru gleði at fáa átta abbabørn, sum hann var so ógvuliga góður við og glaður fyri. Tá ið Birgit fyri fýra árum gjørdist avlamin, passaði hann hana væl og tók sær av heiminum, hóast hann ongantíð fyrr hevði tikið sær av húsliga arbeiðnum. Tað gjørdi hann, líka til hann sjálvur gjørdist sjúkur.
Seinastu tvey árini hevur heilsan bilað og serliga hetta seinasta árið. Hesar tveir teir seinastu mánaðirnar hevur hann búð á Lágargarði. Har hevði hann tað gott og var glaður fyri at vera har. Og nú hevur hann lagt frá sær mettur av døgum. Fyri at taka aftur í aftur, so hevði tað stóran týdning fyri hann, at børnini fingu ein góðan og tryggan barndóm, og tað var við m.a. at biðja faðir vár við teimum áðrenn tey løgdust at sova, ella at tað var við hesi bønini, tey løgdu seg til hvíldar.«
Jákup Sune Jacobsen var giftur við Birgit, (fødd Djurhuus) í Havn. Tey áttu børnini Martin Paula, Edel Mariu og Boga.