Føroyski áleyparin í íslendska FH, Jákup Thomsen, hevur slitið krossbandið, og tað hevur við sær, at hann má sita uttanfyri í eitt heilt ár.
- Eg takki FH fyri stuðulin og ynski teimum alt tað besta restina av kappingarárinum. Eg komi sterkari aftur, skrivar Jákup á instagram í dag.
Jákup Thomsen er 21 ára gamal. Hann er útleigaður til FH frá danska FC Midtjylland, har hann hevur sáttmála fram til summarið 2022.
Verða allar kappingarnar taldar við, so hevur Jákup Thomsen skotið átta mál í 18 dystum fyri FH hetta kappingarárið.