Jákup er fuglfirðingur, sonur Signhild, ættað úr Norðragøtu og John Thomsen ættaður úr Fuglafirði.Tey búðu norðuri á Bakka, har Jákup hevur traðkað sínar barnaskógvar. Umftamt at eiga eitt trygt og gott heim, so var umhvørvi hjá einum smádreingi so fram úr gott norðuri á Bakka. Her var havnaøki, har skip sigldu inn og út, her var altíð lív í. Arbeiði var nógv á havnaøkinum, og her høvdu smádreingir nógvar møguleikar at takast við tað, ið átti teirra áhuga.
John, pápi Jákup, sigldi sum maskinmeistari við Gulldrangi. Tað mundi vera hiðani áhugin fyri maskinarbeiði varð lagdur í Jákup. Sum heilt ungur fór Jákup í smiðjulæru í Meka. Hann var ein góður og dugnaligur hondverkari.
Eina tíð var hann til skips sum maskinmaður. Tað dámdi honumm væl, tí sjónáttur hevði hann góða.
Í nøkur ár arbeiddi hann í oljuvinnuni í Noregi.
Seinni fór hann á Havsbrún at arbeiða, og har hevur hann starvast í mong ár ,til nú hann legði árarnar inn.
Í mong ár var Jákup formaður í Fuglafjarðar hondverkarafelag, har hann røkti uppgávuna til lítar. Hann var somuleiðis umboð í nevndini fyri Tekniska skúla í Klaksvík og hevði góð innlit í henda partin av okkara skúlaskipan.
Í 1976 giftist Jákup við Marini, ættað av Marknagarði á Glyvrum, dóttir Svenning og Marnu Olsen, ið bæði eru farin.
Jákup og Marin bygdu sær snotulig hús í Toftabønum í Fuglafirði í 1975/76. Tey eiga 4 børn: Bára, ið býr í Havn, Mortan, sum býr í Klaksvík, Jonn í Fuglafirði og so 14 ára gamla Martha.
Abbabørnini eru : Petur, Marin og Heini, ið Bára og Jan Guttesen eiga og so Jensa, ið Mortan og Marita S. Sigurdardóttir eiga.
Jákup var familjukærur.Hann fylgdi sínum børnum í øllum tí, tey tókust við og nógv gjørdi hann burturúr, tá ið abbabørnini vitjaðu.
Jákup hevði stóran áhuga fyri ítrótti. Og ikki gjørdist áhugin minni, tá ið hansara egnu børn tóku lut í fleiri ítróttargreinum. Her fylgdi hann væl við og var ein dyggur stuðul.
Jákup var ein góður granni.Hann var lættur at vera saman við í vertskapi, skemtingarsamur sum fáur – ein rættur geilarmaður. Hann dugdi á sín stillføra máta at skapa stuttligar og hugnaligar løtur – hesar løtur untust okkum at uppliva saman við honum. Stórur verður saknurin, nú Jákup er farin.
Størstur verður saknurin hjá tykkum, ið stóðu honum so nær, og sum hann helt so nógv av Sorgin nívir, og saknurin verður ómetaliga stórur, nú Jákup er farin. Tit eiga minnini um hann, tit fara at kenna hitan frá hondunum, ið sleptu.
Okkara tankar leitar til tykkara, ið eru rakt av sorgini, og vit biðja um, at hann, ið øllum valdar, gevur tykkum styrki at koma ígjøgnum sorgina.
Gunnvør og Signar