Jákup veit einki um framtíðina

Molde skuldi havt spælt í Stavanger sunnudagin, men tað bar ikki til, tí tað regnaði so illa

Jákup Mikkelsen er í dag ein leysur maður. Í gjár var sáttmálaskeiðið við Molde liðugt. Norska kappingin er nú farin í stutta summarfrí, og tá ið teir fara undir aftur kappingina um tvær vikur, verður Jákup Mikkelsen ikki í Molde.
Sum vit hava skilt tað, so er tað ikki greitt, hvat Jákup Mikkelsen fer at spæla fótbólt í framtíðini. Hann hevur einki ítøkiligt tilboð fingið. Marknaðurin er svikaligur í løtuni, men tað verður framvegis vónað, at føroyski landsliðsmálverjin, sum fyri stuttum fekk so gott skoðsmál frá týska landsliðsvenjaranum Rudi Völler, skal fáa sáttmála við okkurt útlendskt felag.
Um tað ikki eydnast at finna nýtt arbeiðspláss til Jákup Mikkelsen uttanlands, so bendir alt á, at hann og familjan flyta aftur til Føroya um hálvan juli. So verður spurningur, hvat føroyskt felag fer at fáa klørnar í hann.

Regnaði burtur
Sunnudagin skuldi Molde havt spælt í Stavanger ímóti Viking. Men tað regnaði so mikið illa í Stavanger, at teir mettu tað ikki vera ráðiligt at spæla. Molde er framvegis rættuliga illa fyri á støðutalvuni.
Tað er Rosenborg ikki. Hesa ferð vunnu teuir 4?1 ímóti Bryne, og teir eru nú ellivu stig undan hinum liðunum.
Stabæk hevur roynt at hingið uppií Rosenborg. Sunnudagin megnaðu teir ikki meiri enn 1?1 í Ålesund, og tað fekk venjaran hjá Stabæk at staðfesta, at kappingin um gullið er liðugt. Hann roknar avgjørt ikki við, at nakar fer at skala teir úr Tróndheimi.
Stabæk venjarin heldur, at kappingin bara snýr seg um silvurmerkini. Í tí kappingina er Sogndal rættuliga væl fyri. Sunnudagin vunnu teir 2?1 á heimavølli ímóti Bodø/Glimt. Sigursmálið, sum teir fingu í yvirtíðini, ber við sær, at Sogndal nú er næstfremst.
Lillestrøm er tað felagið, sum hevur verið longst í bestu deildini í Noregi. Men nú stendur rættuliga illa til. Sunnudagin taptu teir 5?0 á útivølli í Skien ímóti Odd Grenland. Tað verður roknað við í Noregi, at Lillestrøm fer at fáa tógvið stríð í heyst fyri at varðveita plássið í bestu deildini.