Jákup vil geva øðrum pláss

– Eg má viðurkenna, at á landsliðnum er tíðin búgvin til, at eg má geva plássið til aðrar góðar málverjar, sigur Jákup Mikkelsen, landsliðsmálverji, undan seinasta dystinum. Tað er tó ikki óhugsandi, at hann verður knýttur at landsliðnum á onkran annan hátt eftir hetta, viðgongur hann

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Dysturin móti Rumenia í annaðkvøld verður dystur nummar 67 hjá 39 ára gamla Jákup Mikkelsen.
Klaksvíkingurin, sum júst hevur sett met sum tann málverjin, ið hevur fingið flestar landsdystir fyri Føroyar, og sum at vera tann elsti leikarin, ið hevur umboða føroyska landsliðið, gevst eftir dystin mikukvøldið.
Tá setir hann punktum fyri eina yrkisleið á landsliðnum, sum røkkur aftur heilt til augustmánað 1988.
Hetta eftir at vera valdur til ársins málverja í Vodafonedeildini í ár. Hetta eftir at hava vunnið á Litava, og eftir at hava spælt ein branddyst í móti fronsku varaheimsmeistarunum.
– Eg haldi, at á landsliðnum má eg viðurkenna, at eg má geva plássið til aðrar góðar málverjar, sum kunnu tæna landsliðnum í mong ár fram, sigur Jákup Mikkelsen.
Tá tað kemur til hansara málmansleiklut í barndómsfelagnum KÍ, er støðan ein onnur.
– Tað var í øllum førum ongantíð ætlanin hjá mær, at eg sum tað seinasta skuldi uppliva at flyta niður við KÍ. Tað var ein herskin biti at svølgja, so eg vóni, at KÍ kemur upp aftur sum skjótast, og eg hevði gott kunnað hugsað mær at verið partur av tí, ger Jákup Mikkelsen greitt.
Harvið sigur málverjin eisini, at hann, sum støðan er nú, eftir øllum at døma er klárur at taka minst eitt ár aftrat í felagsfótbólti.

Fyrsta FM var størst
Eitt ár aftrat sum málverji fyri besta mansliðið hjá KÍ, har tað heila byrjaði í 1988. Eitt ár í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini fyri eitt felag, sum hann hevur vunnið Føroyameistaraheitið við. Tað hevur hann eisini gjørt við danska Herfølge og við B36.
– Tað hevur sjálvandi verið øgiliga ymiskt. Fyrstu ferð eg gjørdist meistari við KÍ var gleðin øgilig og helst størri, enn tá eg gjørdist meistari við Herfølge, tí tað deilir tú við øllum klaksvíkingum og tað er nakað serligt, greiðir Jákup Mikkelsen frá.
Hinvegin er hann fullgreiður um, at meistaraheitið við Herfølge er nakað serstakt.
– Tá eg hyggi aftur á tað, so er tað eitt størri persónligt bragd at verða danskur meistari í fótbólti. Ikki minst tí tað var við Herfølge, har eg átti stóran lut í meistaraheitinum. Tað seti eg stóra æru í, og eru nakað, sum eg eri øgiliga stoltur av í dag.
Í roynd og veru var tað einans tveir dystir hetta kappingarárið, ið Jákup Mikkelsen ikki spældi.
Árið eftir fekk Jákup Mikkelsen eina uppliving, sum telist millum tær minnu hugaligu hjá honum. Hann flutti niður við Herfølge og tað skuldi vísa seg, at tað ikki var seinasta ferðin, at hann skuldi uppliva tað.

Svárt at flyta niður

– Tað er jú upp og niður í fótbólti, tað vita vit. Men at enda við at flyta niður við KÍ, tað hevði eg ikki ætlað, so eg vóni eg kann vera við nakað aftrat, sigur Jákup Mikkelsen.
Tað er eyðsæð, at tað fellur Jákupi Mikkelsen tungt at tosa um niðurflytingina hjá barndómsfelagum. Hetta hóast hann hevur fingið sær nógvar royndir, bæði har, í Herfølge í Danmark, Molde í Noreg, Partick Thistle í Skotlandi og í B36 í Havn.
– Eg eri jú vaksin upp við, at KÍ er besta liðið í Føroyum. At KÍ er mest vinnandi liðið í Føroyum, tí kennist hetta øgiliga hart, sigur Jákup Mikkelsen, hvørs kappingarár hevur verið ógvuliga hendingaríkt.

Eitt serligt ár
– Eg eri sera fegin um hetta seinasta árið, sigur Jákup Mikkelsen, sum í januar í ár boðaði frá, at hetta var hansara seinasta málverji landsliðnum.
– Men henda ætlan sá ikki út til at halda, tá landsliðið fór til Íslands og eg fekk greið boð um, at eg kundi koma við sum annaðval, greiður Jákup Mikkelsen frá.
Hetta var ein leiklutur, sum Jákup Mikkelsen ikki hevði hug at átaka sær. Sum 38 ára gamal føldi hann ikki tað var neyðugt at taka lut, tá hann ikki hevði møguleika at vinna plássið á liðnum.
Henda støða var tó bert galdandi tann eina dystin í Íslandi. So kom ein nýggjur maður til og við honum eisini broytingar.
– Eftir at vera komin við aftur eri eg sera takksamur, sigur Jákup Mikkelsen. Farna leygarkvøld vísti hann eisini, at føroyingar eisini eiga at vera takksamir fyri hetta.
Árið hevur eisini roynst honum væl, men ikki ov væl til at gevast við landsliðsfótbólti, metir Jákup Mikkelsen.
– Eg umhugsaði at gevast, tá eg gavst í B36. Tá heittu tey á meg, um at taka eitt ár aftrat. Hugurin var góður og so varð trupult at steðga. Tað er tað framvegis, men aldrinum kann eg ikki renna frá, ásannar Jákup Mikkelsen.

Kerr kann vera lykilin
Við at forseta slapp Jákup Mikkelsen aftur at vinna á landsliðnum. Somuleiðis slapp at hann at royna seg undir írska Brian Kerr.
– Hann var júst tann útlendski profilurin, vit hava vantað. Undir honum trúgvi eg, at vit kunnu røkka langt og tað haldi eg fyri so vítt eisini, at vit hava gjørt hesa stuttu tíð, hann hevur verið við róðrið.
Jákup Mikkelsen hevur roynt at spælt undir øllum teimum venjarunum, fótbóltslandsliðið hevur havt síðani farið varð upp í altjóða fótbólt. Sambært Jákupi Mikkelsen hava allir hesir givið sítt til føroyskan landsliðsfótbólt. Á hvør sín hátt, væl at merkja.
– Páll var øgiligur, tá hann spældi upp á tað tjóðskaparliga, og vit vóru ordiliga svakir, tá vit fóru á vøllin. Vit skuldu offra okkum fyri landið, og tað riggaði. Men tað ber sjálvandi ikki at koyra upp á hetta í longri tíð.
– So fingu vit Allan Simonsen. Hann er tann størsta persónligheitin, vit hava havt í føroyskum fótbólti og gav hann okkum ótrúliga nógv. Allan Simonsen var øgiliga dugnaligur og professionellur, men hevði eina fjarstøðu til okkum leikarar, sum Henrik Larsen broytti, tá hann kom til. Hann kom við nakað av tí opinleika, eg hevði saknað undir Allan Simonsen, men professionelt kundi hann ikki geva okkum leikarum so nógv, greiðir Jákup Mikkelsen frá.
Eftir at Henrik Larsen gavst og nýggi landsliðsvenjarin var settur, var Jákup Mikkelsen vónbrotin.
– Eg visti, at hetta var mítt seinasta tíðarskeið á landsliðnum, og tí vónaði eg, at vit fingu ein útlendskan profil, sum kundi lyfta okkum víðari. Tí varð eg skuffaður, greiðir Jákup Mikkelsen frá, sum tó skjótt fekk eina positiva fatan av Jógvan Martin Olsen.
– Eftir hann hevði tikið við, var eg øgiliga væl nøgdur. Jógvan Martin Olsen var knasandi dugnaligur upp á allar mátar, ger Jákup Mikkelsen greitt. Hesin landsliðsvenjarin valdi tó at gevast í úrtíð, og tá fekk landsliðið tann útlendska profilin, Jákup Mikkelsen hevði eftirlýst.

Í morgin er tað av
Í annaðkvøld spælir Jákup Mikkelsen so sín seinasta landsdyst undir Brian Kerr og á føroyska landsliðnum yvirhøvur. Hetta fyllir tó ikki nógv undir venjing, sigur Jákup Mikkelsen.
– Tað geri eg mær ikki so nógvar tankar um. Eg hugsi fyrst og fremst, at hetta er ein dystur í móti Rumenia í eini kapping, sum hevur verið rættiliga væl eydnað hjá okkum. Men hvussu eg reageri aftaná, tað veit eg ikki, sigur Jákup Mikkelsen, sum heldur ikki fær avvíst, at hann verður partur av landsliðnum í øðrum sambandi eftir hetta.
– Eg havi pappírir sum málmansvenjari, men havi ikki fingið nakað bjóðað. Og eg ætli mær heldur ikki at taka kappingina upp við Jens Martin á sama hátt, sum eg gjørdi á sinni, sigur Jákup Mikkelsen skemtandi, áðrenn hann leggur aftrat.
– Men eru tað boð eftir mær, so eri eg klárur.