Foreldur Jákups vóru Birtelena, f. Djurhuus ættað úr Hósvík og Jacob Olsen, postboð úr Havn.
Jákup var lærdur sum bilmekanikari frá verkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen, men hann var ikki bara bilhandverkarin, tí flestu minnast hann frá Sjónleikarahúsinum, sum sjónleikarin og ótroyttiligi hjálparmaðurin hjá Havnar Sjónleikarfelag. Var hann ikki við á palli, var hann sum oftast ein av neyðugu hjólunum aftan fyri leikin. Sjónleikaralistin var hansara stóri áhugi.
Uttan fyri Sjónleikahúsið var hann eisini sum listamaðurin, hann hevði týðandi leiklut í leikinum »Glataðu spælimenninir«, sum var settur upp í Norðurlandahúsinum t. d., men einamest minnast vit hann í barnaleikum, tá hann spoældi fyri børnum.
Eftir Jákup verður tómleiki, øðrvísi fær tað ikki verið, bæði sum sjónleikari og sum menniskja at vera saman við, var hann livandi og leikandi.
Í september 1997 giftust Eydna og Jákup, men longu 17. desember andaðist Eydna eftir svára sjúku, og nú vóru boðini eisini eftir honum.
Jákup frøddist, at hansara kæru vóru um hann hesa tíðina, hann so ofta skiftist ímillum at vera heima og á sjúkhúsi.