Turid býr í miðastóra býnum, Sucre, har tað búgva umleið 200.000 fólk. Hetta ljóðar ikki av so øgiliga nógvum, og heldur ikki er hetta nakað, sum kann loypa hvøkk á 18 ára gomlu havnargentuna.
Frammanundan hevur hon búleikast í London í hálvt annað ár, so av sonnum kann sigast, at hon er von við at hava nógv fólk rundan um seg.
Eru religiøs
Størsti trúarbólkurin í Sucre er uttan iva katolikkarnir, og Turid greiðir okkum frá, at flestu fólkini har á leiðini eru rættuliga religiøs. Koma tey framvið eini kirkju, signa tey seg beinanvegin, og í so máta kann tað kanska tykjast eitt sindur løgið, at lutfalsliga lítið verður gjørt burtur úr jólunum.
Gamaní hava tey eitt lítið jólatræ, har litaðar perur hanga á plastik greinunum, eins og jólatónleikur er at hoyra. Hinvegin tykist tað ikki, sum talan her verður um sama ruðulleika, sum ofta er at síggja her heima, tá fólk stákast til jóla.
Sjálvt jólahaldið verður bert tann eina dagin, tá húskið fær sær eina góða máltíð, eins og tey fara at pakka upp gávur.
Júst slagið av matinum visti hon einki um, men hon væntaði, at talan fór at verða um kalkun ella oksakjøt. Annars greiddi hon frá, at tey eta rættuliga nógv oksakjøt har á leiðini.
Turid heldur annars, at tað tykist heldur løgið at skula halda jól í slíkum veðrið. Hóast Sucre liggur í yvir 2.000 metra hædd, so eru hitastigini eini 28 í tali, og uttanfyri ganga fólk í niðurdeilum og toppum. Ikki júst tað veðri-, sum vit seta í samband við jólini.
Nógvar lærugreinar
Tá talan er um eina AFS ferð, so hoyrir skúlin sjálvandi eisini við, og hóast hetta er eitt sindur strævið við hvørt, so letur Turid væl at.
Skúlagongdin er eitt sindur øðrvísi enn heima í Føroyum. Fyrst og fremst undirvísingarhátturin, sum í stóran mun fevnir um framløgur frá einstøku næmingunum. Eisini er talið av lærugreinum rættuliga høgt, og hevur Turid ikki færri enn 13 ymsar lærugreinir.
Hetta ger eisini sítt til, at skúladagurin er rættuliga langur, soleiðis at tey eru í skúla til kl. 4 hvønn dag, men hinvegin er døgurðatímin, ella siesta, millum ein og tveir tímar, so tá hevur hon stundir til at fara heim og hvíla seg eitt sindur.
Trívist væl
Turid sigur at kennir seg bara heilt væl har suðuri, hóast henni leingist eitt sindur við hvørt. Serliga eftir at hon hevði verið har yviri í nakrar mánaðir var longsulin stórur. Í byrjanin var alt jú nýtt og spennandi, men at enda var hon komin í eina fasta rútmu, soleiðis at gerandisdagurin var meira vanligur, og tá leitaðu tankarnir ofta heim.
Nú hevur hon kortini fingið sær fleiri vinir, sum hon plagar hitta eftir skúlatíð, tá allur ungdómurin vanliga savnast í miðbýnum, so hóast hon gleðir seg til at koma heim, so er ikki tað, sum liggur allar fremst í hugaheimi hennara.
Kriminalitetur
Sum nevnt í byrjanini, so verða narkobarónar og aðrir brotsmenn ofta nevndir í sama viðfangi, sum tosað verður um Bolivia, og Turid sigur eisini, at nakað er um tosið.
Kriminaliteturin er nógvur, og meðan vit práta, hoyrast báðir sheferahundarnir goyggja, hvørja ferð onkur gongur fram við húsunum, har Turid býr.
Víðari greiðir hon frá, at flestu húsini hava rimar fyri vindeygað, og knúst glas ella píkatrøð á garðinum, so ikki ber til at klintrað upp um hendan.
Hetta ræðir tó ikki ungu havnargentuna, sum altso sigur seg trívast rættuliga væl í fjarskotna fjallalandinum.
At enda biðjur Turid okkum heilsa øllum har heima, og ynskja teimum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Eisini letur hon eina heilsu til allar teir føroysku AFS?ararnar, sum í hesum døgum skulu halda jól ymsastaðni í heiminum, og við hesum er heilsanin latin víðari.