Jú, lættast var at kasta frá sær!

Bæði lógaruppskotini: Lóg um Búnaðargrunn og broytingarnar til lóg um landsjørð vóru send aftur til landsstýrismannin frá vinnunevnd løgtingsins.

Tygnarlig og tolin fólk sum starvast innan umsitingina í landbúnaðin siga, sum við ein munn, hetta var seinstu ferð, nú kunnu politikararnir sjálvir gera síni uppskot um teir ynskja broytingar, vit finna okkum ikki í at verða hildin fyri tað turra spott ferð eftir ferð! Tá tað snýr seg um landbúnað og serstakliga festijørð ber einki til, alt verður bókstaviliga kasta aftur í høvdið á landsstýrismanninum. Soleiðis hevur verið og soleiðis var eisini á hesum sinni.
Landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm hevur víst vilja at gera batar. Men landsins hægsta vald løgtingslimir eru fulkomiliga líkasæl um støðu landbúnaðarins, sjálvt um teirra egnu grannskoðarar vísa á tað pínligu støðu festijørðin virkar undir. Sum vant verða lovorð søgd og skriva og í samgonguskjalinum stendur beinleiðis at støðan hjá festibóndunum skal betrast. Men so skjótt atkvøðurnar eru taldar hendur einki meir. Uppskot sum koma fyri løgtingið um landsjørð verða súlta við barnsligum undanførslum, løgtingið tekur avgerðir í óðum verki uttan at hugsa um fylgjurnar. Arbeiðið er so illa lagt til rættis at nevndirnar eru stressaðar. Tað einasta sum fær viðgerð og undirtøku eru eftir hondini uppskot um at egna sær sjálvum meir løn og pen-sión. Sjálvt Tjóðveldisflokkurin sum bæði í skrivt og talu lovar bót og bata, eins og stendur fyri sjálvbjargni, stendur sum kálvur í flóðri tá møguleikin býst. Tíðin verður heldur brúkt á danatingi, til klandur um persónlig áhugamál og um hvat grót skal fyllast í hvat grótkast. Nei við so vánaligum politikarum skulu vit ikki rokna við at byggja nakað land!
Nevndir við serfrøðingum hava gjørt álit aftaná álit, broytingar aftaná broytinar, uppfylt ynski eftir ynski, -frá politisku flokkumum, tað manglar bara at standa á høvdinum á tinghúsvøllinum. Umboð fyri vinn-una, ráðgevarar og serfrøðingar hava verið á fundi eftir fund, skriva síður upp og síður niður, men eftir øllum at døma so hirða tey sum skulu taka avgerðirnar ikki so frætt sum at seta seg inn í málini. Nú skuldu so øll hesi fólkini brádliga í summarfríð, bestu ársins tíð, og so var bert at finna uppá onkra lunkaða undanførslu og blaka landsstýrismanninum uppskotini aftur. Sera sera skuffandi og mótfallandi. Úrslitið er at myndugleikans egnu fólk nú siga sum við ein munn at nú er nokk!
Nevndin í Bóndafelag-num hevur ikki endaliga viðgjørt málið, men felagsins evsta mál er at betra um karmarnar hjá bóndunum. Ikki kann hugsast, at nevndin tekur avgerð um at kasta frá sær so lætt. Felagið hevur miðvíst arbeitt við at betra um kor vinnunar hesi 45 árini felagið hevur á baki og tað hevur nokk ongantíð verið so nógv brúk fyri einum aktivum fakfelag sum júst nú. Formaðurin ferð at seta seg í samband við landsstýrismannin fyri at vita hvørja støðu hann hevur til málið og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur. Tingið kemur saman aftur á Ólavsøku og hendan fagra vár ?og summartíðin gongur skjótt.