Niclas Johannesen
Í Himmalaya fjøllunum ? í lítlu bygdini Surket í Nepal ? stendur vanahugsan fyri falli hjá føroyskum embætismanni og familju.
24. desember stendur fyri durðum. Men her er ongin jólastákan. Heldur ongin kavi. Og jólamaðurin er púrasta ókendur her um leiðir.
Í Nepal er snøgt sagt vanligur gerandisdagur. Ein relativur hávetur við umleið12 hitastigum og grøðraríkum sinnopsmarkum er karmur um lívið hjá teimum umleið 300.000 innbúgvunum í hesum økinum.
Og eisini hjá føroyska embætismanninum.
Tí her í Surket halda Tommy Petersen, konan Maja og døtrarnar Lív og Gyða til. Tommy, sum í vár fór í farloyvi úr Tinganesi og annars fylti fimti ár í oktober skal halda síni fyrstu jól saman við familjuni ? har ongi jól eru at hátíðarhalda.
Her er ongin jólastákan og heldur onki jólastress. Ein handil sigst vera í býnum, sum selur plastikk jólatrø. Tað man helst vera tí, at viðkomandi keypmaður hevur hoyrt okkurt gramlið um, at teir fáu vesturlendingarnir, sum eru her, halda jól og keypa jólatrø. Annars er onki sum ber boð í bý um, at jólini eru í hond.
? Hesum havi eg kortini onki ímóti. Hetta gevur tær høvið, sjálvur at hugsa um, hvat tú heldur jólini vera, sigur Tommy Petersen, ið verður tann einasta í umsitingini í Surket, sum fer í jólafrí.
Skilja onki
? Mínir starvsfelagar og okkara grannar skilja púrt onki av, at vit nú skulu halda jól og fara í jólafrí. Men tey góðtaka tað, serliga tá eg havi greitt teimum frá, at okkara jól kunnu sammetast við teirra halgihátíð, sum verður hildin um heystið. Um heystið halda hinduarar nevnliga frí í tríggjar vikur, har tey heiðra teirra gudar.
Hinduisman er nevniliga alráðandi relegiónin í Nepal. Er Hinduisman gomul ? grunløgd umleið 2000 ár fyri Kristi føðing ? so er demokratiið ungt.
Demokratiið hevur minni enn tíggju ár á baki í Nepal. Og tað er í roynd og veru í tí høpi, at Tommy Petersen nú starvast í Nepal.
? Vit hava seinastu tíggju árini spælt við tankanum um, at tað hevði verið stuttligt at farið út í heim ? inn í aðra mentan ? at roynt seg, sigur Tommy Petersen.
? Vit sóu eina lýsing, har DANIDA søkti eftir fólki til eina ætlan í Nepal, har málið er at desentraliserað miðfyrisitingina i landinum, sum sambært traditiónina hevur hildið til í høvuðsstaðnum Kathmandu, sigur Tommy.
Blítt fólk
Hann fekk starvið. Og so gekk leiðin avstað í summar longu leiðina til Nepal. Og vegurin er ikki bara drúgvur í kilometrum ? eisini mentala fjarstøðan er øgilig.
? Skal tú generalisera, so kann sigast um nepalesarar, at tey eru serstakliga blíð. Vit eru ótrúliga væl móttikin og gestablídni er stórt, hóast fátækradømið er eyðsýnt. Her, sum eg arbeiði, er talan um miðalklassa, meðan okkara grannar ? har vit búgva ? eru øll arbeiðaraklassi.
? Kortini eru fólkini, eg arbeiðið saman við, væl upplýst, og tað er ongin ivi um, at útbúgvingarstøðið er høgt.
Hinvegin er analfabetisma ein stórur trupulleiki fyri tann partin av fólkinum, sum ikki hava fingið stórvegis skúlagongd, vísir Tommy Petersen á.
? Nepal hevur verið sentralistiskt land og korruptión er als ikki ókent fyribrigdi, sigur Tommy um bóndasamfelagið, har heili 85% av íbúgvunum dúva upp á landbúnaðin.
Kortini eru tað ikki grísar, neyt og annað kjøt, sum eyðkennir bóndalívið.
? Her eta tey ikki nógv kjøt. Vit eta hálvavegna vegetariskt. Rís og rúgva av grøntmeti er gerandiskostur. Sníkjur kjøt seg upp í, so verður tað altíð skorið í strimlar og etið í smáum mongdum, sigur Tommy og leggur aftrat, at matur er lítið í teirra tonkum, nú stundar til jóla.
Tað verður heldur ikki í Nepal, at jólini vera hildin. Famljan Petersen setir nevniliga kósina móti heilaga býnum Dehli í India, har jólini fara at vera hildin.
? Mat hava vit ikki hugsa um. Men eg kann hugsa mær, at vit fara at eta høsnarunga við chilli jólaaftan.
Alla leiðina úr Danmark kemur sonurin Janus. og tey eru øll samd um, at keypa hvørjum øðrum jólagávu í India.
? Men tað verður neyvan nakað jólatræ á skránni.
Vinurin Gammel Dansk
Hóast gávurnar ikki vera pakkaðar upp fyrr enn jólaaftan í brennandi hitanum í Dehli, so veit Tommy longu, hvør tann eina gávan verður. Og hon riggar best avkøld.
? Ja, Janus hevur lovað at taka eina fløsku av Gammel Dansk við sær úr Danmark. Tá eg fylti 50 í heyst fekk eg tríggjar og tað kom væl við, sigur Tommy og leggur aftrat, at í Surket ber ikki til at keypa alkohol yvirhøvur.
? Tú kanst gott nýta alkohol, men ein lóg forbjóðar handlum har í býnum at selja spiritus og øl. Hetta minnir eitt sindur um alkoholbannið í Føroyum í 1908. Her í Surket eru tað kvinnur, ið hava tikið seg saman og sagt, at nú kann vera nógmikið og tær hava fingið politisku myndugleikarnar at seta bann fyri sølu.
? Hinvegin kanst tú gott fara til grannabygdina og keypa. Har er loyvi at selja. Og hóast tað er ikki loyvt at keypa ella selja alkohol í Surket, so er onki forboð móti at drekka alkohol, sigur Tommy Petersen.
Soleiðis kann farloyvisarbeiðandi embætismaðurin kanska eina stilla stund saman við familjuni leska sær við norðulendskt kryddaða drykkinum oman á chilli rætt í jólahitanum hinumegin knøttin.
? Síðani konan og eg fluttu til Føroya í 1974 hava vit viðhvørt spælt við tankanum, at tað hevði verið stuttligt at roynt at liva onkra heilt aðra staðni, har mentan og klima er eitt annað.
Øll trý børnini hjá Maju og Tommy eru fødd og uppvaksin í Føroyum.
? Vit vildu vísa børnunum, at hvussu tú kanst liva øðrvísi aðrastaðni í heimum, sigur Tommy.
? Eg veit, at hóast henda verðin kann tykjast nógv øðrvísi enn okkara, so haldi eg meg kortini kunna siga, at nógv av virðinum eru tey somu.
? Hóast tey her dyrka fleiri gudar, so gongur lívið í mangar mátar út upp á tað sama. Eg kann taka dømi frá arbeiðnum hjá mær, har karmarnir eru heilt øðrvísi enn í Føroyum. Pengar er lítið av, tøknin er ikki frammaliga, bygningarnir skroypiligir. Kortini hevur fyrisitingin her somu basalu funktiónir, sum í Føroyum.
Tommy heilsar sjálvsagt øllum vinum og kenningum og ein serlig jólaheilsan fer til øll tey, sum ganga við tonkum um at fara út í heim at víðka horisontin.
? Farið avstað! Og farið áðrenn tit eru 40. Gleðilig jól.