Jólabússurnar hjá Frelsunarherinum eru nú settar í handlarnar kring landið. Tann, sum leggur í hesar bússur, er við til at hjálpa Frelsunarherinum í sínum vælgerðandi verki.
Meginparturin av tí innkomna peninginum fer til Herbergið hjá Frelsunarherinum í Havn. Her kunnu fólk fáa mat, eina song og persónliga hjálp.
Higartil í ár hava fólk sovið í herberginum 1900 ferðir. Umframt hesi hava 500 onnur verið og vitjað. Onkur fyri at fáa eina máltíð, meðan onnur hava havt fyri neyðini at tosa um persónlig viðurskifti.
Tann 1. desember í 2000 fingu heimleys eisini møguleikan at vera har um dagin og fáa sær ein døgurða, kaffi og ein blund. Hesin møguleikin er nýttur 2100 ferðir higartil.
Allar útreiðslur til mat verða goldnar av tí peningi, sum kemur úr jólabússunum og frá gávum, skrivar Frelsunarherurin í tíðindaskrivi og leggur afturat, at hann er takksamur fyri tann stuðul, ið verður givin.