Jólabýurin i miðbýnum í Havn eydnaðist so væl, at kommunan beinanvegin setti sær fyri at endurtaka tiltakið. Og ikki bara tað. Í ár verður jólabýurin væl størri enn í fjør.
Perur verða nú hongdar upp um allan býin, og i næstu viku verður pyntað bæði í Niels Finsensgøtu, frá Steinatúni og omaneftir, í Tórsgøtu og í Vágsbotni. Bringsnagøta verður øll ein siðsøgulig framsýning, og undir Bryggjubakka verða framsýningar.
Allur býurin tendrar leygardagin 1. desember, tá ið jólatræið verður tendrað. Tá letur ísvøllurin á Vaglinum eisini upp.
Tiltøk verða á Reinsarínum og í Perluni, og við løgtingshúsið verða spælismáttur og annað til børnini.
Eins og í fjør verður Bringsnagøta sum í Havnini í gamlari tíð. Har fara at ganga djór leys, eitt jólabakarí fer at hava opið, og eitt sermerkt virkandi posthús verður eisini.
Tey hava funnið eitt gamalt tapet, sum er skannað, og fleiri av húsunum í jólabýnum fara at verða prýdd við tí.
Framsýningar verða í teimum ymsu hølunum undir Bryggjubakka, og sølubásarnir fara at standa rundan um standmyndina av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni.
Marjun Niclasen, sum skipar fyri jólabýnum hevur í fleiri mánaðir sitið og fyrireikað jólabýin, tí nógv er at samskipa.
- Tað gongur væl, og ikki minst tí, at øll eru við upp á tað, og tí tað finnast so nógv kreativ fólk, sigur Marjun Niclasen.