Jólablaðið á gøtuni

Lesnaður til øll jólini er at finna í stóra Jólablaðnum, sum kemur út við Sosialinum í dag. Rúgvismikla og fjølbroytta Jólablaðið, sum liggur inni í Sosialinum undan jólum á hvørjum ári, verður at finna á handilshillunum seinnapartin í dag.

Í blaðnum lesa vit søgurnar um fólk og hendingar, sum vit minnast, og vit hoyra frásagnir um slíkt, sum vit hava ilt við at trúgva.

Skulu vit nevna nakrar av søgunum, sum vit í Miðlahúsinum hava valt at bjóða trúgvu lesarum okkara hesi jólini, kunnu vit nevna hana um føroysku flogternuna frá vanlukkuni á Stord, Maibritt Magnussen, sum fyri fyrstu ferð fortelur, hvussu hon upplivdi hendingina og um tíðina aftan á hesa álvarsligarstu flogvanlukkuna í nýggjari føroyskari flogsøgu.

Í blaðnum kunnu vit eisini lesa um 20 tungar føroyingar, sum hava mist eitt heilt tons eftir skurðviðgerð. Óli Jacobsen skrivar søguna um Frank Davidsen, eitt av mongu føroysku eingilsmannabørnunum, og herligi presturin, Henning Bøgesvang, sum legði av at roykja sum sjey ára gamal, fortelur millum annað um ta ferðina, hann koyrdi motorsúkklu í prestakjóla. Og vit fáa eisini søguna handan metseljarabøkurnar Lætt og Leskiligt, og í ár, Søtt og Leskiligt, hjá teimum báðum Jóhonnu á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk...

Hetta, og nógv nógv meira í Jólablaðnum hjá Sosialinum, sum kemur á gøtuna seinnapartin í dag.