Jólaboð komin

Nú eru Jólaboð komin í bókabúðirnar.
Í bókini eru siðsøguligar greinir, yrkingar og søgur bæði upprunaligar og týddar.
Johanna Zacharia Hansen sigur frá minnum úr gomlum døgum: um skúlan, handlar, kornvelting, fyrireiking til jóla og ymsar aðrar hendingar, sum hon hevði upplivað ella hoyrt um.
Heri Tróndheim fer við okkum til Lorvíkar, har hann gevur okkum eina hugtakandi mynd av einum gomlum manni har í bygdini, sum hann ofta hitti.
Saman við Jesar Hansen uppliva vit jólini í Odense 1938.
Elin Dahl Johannesen letur okkum uppliva jólini á Dronning Alexandrines Hospitali fyri umleið 60 árum síðan. Eisini hoyra vit um arbeiðskorini á Hospitalinum, og hvussu doktar Dahl og arbeiðsfólkið, tó umstøður vóru ikki góðar, kortini megnaðu at fáa alt at laga seg á bestan hátt.
Johs. Andr. Næs fer út á sildaøkið við Føroyar, har Albert Victor var stødd hin 9. okt. í. 1954. Vit hoyra um Einar Thomsen, sum gjørdi tað bragd at bjarga tí 14 ára gamla Johan Paula Jensen úr Sumba, sum sló út av sluppini Albert Victor, men sum varð fingin innaftur í síðstu løtu.
Osmund Joensen og Ditlev Róin hava ferðafrásagnir úr Bayern og Nepal.
Jógvan Sofus Ferjá sigur frá sínum fyrsta túri til skips við Suðuroynni, sum Jóhan í Djónastovu á Eiði førdi.
Benny Drewsen hevur nakrar endurminningar, har hann m.a. skrivar um sín fyrsta túr við M/S Tjaldri hjá Skipafelagi Føroya í 1956.
Sigvald Kristiansen skrivar um Skallagrím ? skálabátin, ið hvarv. Í 1935 hvarv Skallagrímur eina óveðursnátt á Skálafjørðinum, men ein mánað seinni varð hann á undurfullan hátt funnin aftur.
John S. Myllhamar hevur týtt sálmin hjá Grundtvig Giv mig, en salmetunge.
Annars eru sálmar, sum Kjartan Stakksund og Magnus Høgenni hava yrkt.
Hesi hava týðingar í bókini: Effie Campbell, Ebba Skaalum, Torkil Beder, Bjarne Skaalum og Theodor Hansen.
Inngangin, Gleðiboð fyri alt fólkið, hevur Mejnhardt Hansen skrivað.
Kápumyndina, sum er av Landavegnum í Havn, hevur Høgni Würdig Larsen teknað, og Janus Dam Guttesen hevur teknað myndirnar í bókini. Men annars eru eisini nógvar fotomyndir.
Guttorm Zacharias hevur lagt Jólaboð til rættis.
Bókadeild KFUMs hevur sett bókina, Ívar Guttesen umbrotið og P/F Einars Prent prentað og heft.
Jólaboð eru 80 síður og kostar kr. 90,-