Enn sum áður gevur bókadeildin hjá KFUM út Jólaboð við siðsøguligum greinum, yrkingum og søgum ? bæði upprunaligar og týddar.
Gudrun Zachariasen sigur frá í endurminningum sínum, tá maður hennara, sum var lækni í Klaksvík 1916-1931, fór læknaferðir til Fugloyar og Oyrar, um vørutørv undir fyrra veraldarbardaga, og tá ið hon fyrstu ferð hitti verforeldur síni í Fugloy.
Sigvald Kristiansen sigur frá um Bartal í Króki á Strondum, sum fýra ára gamal fekk menigitis. Hetta merkti hann fyri lívið. Serliga verður greitt frá eini hending í 1940.
Carl Weihe, sum var uppvaksin við Norðskála, sigur okkum um Sundalagið, og hvat ið har var at fáa.
Benny Drewsen tekur okkum við á sínum fyrsta túri sum messudrongur við Elisabeth Nielsen. Eisini sigur hann okkum frá einum jólaaftan í 1955, og hvussu hann kom til trúgv á einum møti í Vanløse.
Bjarne Skaalum fer 60 ár aftur í tíðina og letur okkum hoyra um, tá ið afturskipið av Vardefjell kom á Vág í 1942.
Osmund Joensen fer heilt aftur í víkingatíðina. Vit hoyra, hvussu Torkel smíðar skip, um ferð hansara til Føroya, og at hann setur búgv í Sandavági. Osmund sigur eisini frá barkini Esmeraldu úr Bremen.
Ditlev Róin sigur frá Honnu, sum hann var granni hjá í uppvøkstrinum, og Nancy Vesturbú hevur yrkt ein sang um Havnina og gjørt lag til sangin.
Annars er hópin av søgum og yrkingum við andaligum innihaldi, sum hesi hava skrivað ella týtt: Theodor Hansen, Kjartan Stakk-sund, Effie Campbell, John S. Myllhamar, Torkil Bed-er, Erling Poulsen, Johs. Andr. Næs, Ebba skaalum, Magnus Høgenni.
Inngangin hevur Martin Luther skrivað.
Janus Dam Guttesen og Høgni Würdig Larsen hava teknað til bókina, men annars eru eisini nógvar fotomyndir.
Perman er ein vøkur mynd av Havnar kirkju. Høgni Würdig Larsen hevur teknað myndina.
Tað er Guttorm Zachariasen, sum aftur í ár hevur lagt Jólaboð til rættis.
Bókadeild KFUMs hevur sett bókina, Ívar Dam Guttesen umbrotið og Einars Prent prentað og heft.
Jólaboð eru 80 síður og kosta 90 krónur.