Æðuvík
Æðuvíkin kann av røttum kalla seg jólabygdin fram um allar – ella hin føroyski Las Vegas, sum onkur hevur tikið til.
Aftur í ár er bygdin pyntað til jólar. Øll húski í bygdini taka lut í hesum, og nú mongu og vøkru ljósini tendraðu í sunnukvøldið, sást, at bygdin er vorðin uppaftur vakrari enn áður.
Løtan í Æðuvík, tá ið ljósini verða tendrað, savnar nógv fólk til bygdar, og í so máta var sunnukvøldið einki undantak.
Nógv fólk var til løtuna, sum fall á turt veður. Annars liggur landnyrðingurin tráur upp á land í Æðuvík, men løtan eydnaðist sera væl, tí veðrið helt sær – og tað fór ikki at regna fyrr enn eftir sjálvt haldið.
Tað var nevniliga soleiðis, at lítla løtu eftir, at Hans Pauli Højgaard úr Rituvík hevði hildið jólataluna, fór at regna.
Nes sóknar Hornorkestur setti enn einaferð sín serstaka dám á eina slíka løtu, og meðan fólk vóru savnaði í Æðuvík, fingu tey, sum hildu seg fram at, gløgg og holukakur.
Jólamenn vóru eisini í Æðuvík sunnukvøldið.
Bygdarfólkið í Æðuvík hevur í ár sett upp ein kaffiskúr miðskeiðis í bygdini, har fólk kunnu keypa sær kaffi.
Sum skilst á æðuvíkingum, verður skúrurin opin um kvøldarnar fram til jóla.
Hópur av fólki plaga at koyra sær ein túr til Æðuvíkar at síggja jólabygdina í desember, og nú kunnu tey so eisini keypa sær kaffi á vitjanini.
Æðuvíkin er rættiliga vorðin eitt ferðamál hjá familjum við børnum í jólamánaðinum.
Jólabygdin er heilt avgjørt verd eina vitjan.