Jólafriður millum Hoydal og Eidesgaard

Nógvir spennandi gestir verða við, tá ið Rás 2 fer at senda jólaradio í dag frá klokkan 11 til 18. Løgmaður og andstøðuleiðarin fara at lata hvørjum øðrum jólagávur Rás 2 spennir seg veruliga út um vikuskiftið. Í dag millum kl. 11 og 18 og í morgin millum kl. 14 og 20 fer Rás 2 at senda jólaradio. Nógv spennandi er á skránni hesar báðar dagarnar. Gestir koma í studio, ringt verður til føroyingar úti í heimi, reportarar fara út í býin, og nógvur góður tónleikur verður at hoyra.

Í dag verða Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal millum gestirnar á Rás 2. Spurningurin er so, um jólafriður fer at valda millum teir, tá ið teir koma á gátt til jólaprát. Teir sleppa bara at siga nakað gott um hvønn annan, og teir fara at geva hvørjum øðrum eina jólagávu. Tað verður klokkan 12.15 í dag.

Klokkan 11.15 verða Firouz Gaini og Elin Mortensen frá Amnesty gestir í útvarpsstovuni, og tey fara at tosa um, hví føroyingar skulu hugsa um trupulleikar úti í heimi, hóast tey flestu hava úr at gera við at fáa at ganga upp heima hjá sær sjálvum.