Jólagrýta til heimleys og neyðstødd

Eins og í fjør skipar Frelsunarherurin fyri Jólagrýtu í SMS. Jólagrýta er eitt tiltak fyri at savna pening inn til heimleys, gomul, sjúk ,og tey sum eru illa fyri í samfelagnum

Slagorðið hja Frelsunarherinum er "Umsorgan fyri alt menniskja"

Tiltakið við Jólagrýtu er 110 ár gamalt. Tað byrjaði í San Francisco í 1894, tá leiðarararnir hjá Frelsunarherinum har, Ruth og Joe McFee, sóu stóru neyðina í býnum, fólk vóru arbeiðsleys, heimleys, svong, einslig og sjúk.

Øll ynsktu sær arbeiði, men einki arbeiði var at fáa. Fólk búu á gøtunum, í køssum og skúrum, og alkohol var einasta troystin í allari neyðini.

Tey skipaðu fyri eini innsavning og settu eina stóra grýtu upp við ferjuterminalin, har nógv fólk ferðaðust til og frá býnum. Tá jólini komu kunda tey borðreiða fyri 1400 fólkum.

Soleiðis byrjaði tiltakið við jólagrýtu, sum hevur breitt seg til størsta partin av heiminum. Í Norra hevur tiltakið verið roynt í meira enn 100 ár.

Í fjør komu 70.000 krónur inn við tiltakinum í SMS. Peningurin fór til Herbergið hjá Frelsunarherinum og til gomul sjúk, og tey sum eru illa fyri í samfelagnum.

Sámal Jákup Joensen og Njál Djurhuus frá Frelsunarherinum, siga, at endamálið við innsavningini er at hjálpa teimum, sum ikki hava tað gott.

Royndir í Noreg vísa, at tey flestu andlátini millum rúsmisnýtarar koma av feil- og undirernering. Tí leggur Herbergið stóran dent á at kunna borðreiða við døgurðum og øðrum góðum mati til tey, sum raðfesta rúsevni fram um mat. Higartil í ár hevur Herbergið borðreitt við 2046 døgurðum til 52 persónar.

Frelsunarherurin takkar øllum sum vilja stuðla innsavningini, og øllum sum koma til Herbergið við mati.