Jólakalendarin hjá Jan

Sum fyrrverandi borg­arstjóri mátti Jan Christ­iansen verið tann fyrsti at vitað, at skattalætti ikki er nakað, ein kommuna kann loyva sær at lata, uttan at gera sær greitt, hvar peningurin tá skal finnast. Men tað er sjálv­andi lætt at spæla miskunnsamur samariu­búgvi, tá tú situr í and­støðu

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Jan Christiansen, fyrr­ver­andi borgarstjóri í Havn, hevur nú latið upp aðru lúkuna í sínum nýggja jólakalendara, og innanfyri lá enn eina ferð ein kommunalur skatta­lætti, ið bert hevur tann trupulleika, at hann ikki kann lata seg gera, uttan at støða verður tikin til, hvørjar tænastur tá skulu veljast frá.
Fyri enn eina ferð at skera tað út í papp, so Jan kanska skilir tað, so er prin­sippið í innkrevjing av kommu­nalum skatti tað, at ein kommuna bert hevur loyvi at krevja inn tann pening, hon hevur brúk fyri.
Kommunulógin er greið, tá talan er um skatta­prosentið, tí hetta prosent má hvørki vera størri ella minni enn tað, sum umsitingin av kommununi kostar komandi árið. Tí er tað beinleiðis lættisoppur at koma við uppskoti um kommunalum skatta­lætta, uttan at vísa á, hvar peningurin tá skal finn­ast!
Jan Christiansen mátti av øllum vitað, at røkkur ætlaða skattaprosentið ikki til komandi ár, má ann­að­hvørt fíggjar­ætl­­an­in lækkast ella skatta­pro­sentið hækkast.

Klokkuklár semja
At skattaprosentið í Tórs­havnar kommunu fyri 2006 verður hækkað, hev­ur beinleiðis samband við ta samtykt um at lækka landsskattin, sum løg­tingið gjørdi í vikuni. Hetta er liður í einari semju um fíggjartørvin hjá kommununum, ið lands­stýrismaðurin fíggjar­mál­um øðrumegin fyri einum mánaði síðani gjørdi við Kommunusamskipan Før­oya og Føroya Komm­unu­felag hinumegin.
Í løgtingsuppskotinum verður gjørt púra klárt, fyri ikki at siga klokkuklárt, at henda skattalækking skal skapa møguleika fyri, at kommunurnar kunnu hækka sínar inntøkur til at fíggja tey øki, ið verða løgd út til kommunurnar at umsita, harav serliga barna­verndin kostar nógv.
Tað er altíð lætt at spæla miskunnsamur samariu­búgvi og at reka popputan andstøðupolitikk við at lova í eyst og vest, men vit, ið manna meirilutan í Tórshavnar býráð, kenna okkara skyldur mót­veg­is borgarunum og skatta­peninginum hjá komm­ununi, og tí verð­ur komm­unan rikin ábyrgdarfult og við tí fyri eyga at tæna borgarunum fyrst og fremst.

Valda og gjalda
Nú kommunurnar yvir­taka øki frá landinum at um­sita, er sjálvandi tann reglan galdandi, at »skalt tú valda, skalt tú eis­ini gjalda«. Tí fara vit ikki at spæla hasard við skattaborgarans pengingi, men syrgja fyri at samsvar er millum innkravdan skatt og tað, brúk er fyri.
Tá tað er sagt, so skal Jan Christiansen fáa rætt í, at Tórshavnar kommuna er sera væl fyri fíggjarliga. Men fyri tað, so ætla vit ikki at sita hendur í favn og steðga menningini í kommununi við at lata ein skattalætta, bara tí at landsmyndugleikarnir hava lovað hetta, við teirri avleiðing, at tænastustøðið í kommununi lækkar. At blanda kommunalan skatta­lætta og broytingar í ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur ber hinvegin ikki til, tí talan er um tvey av hvørjum øðrum óheft viðurskifti.
Vit reka ikki Tórshavnar kommunu eftir nøkrum jólakalendaraprinsippi, men við skynsamari fíggj­ar­stýring, ið fyrst og fremst hevur til endamáls at røkja og betra tær tænastur, kommunan eigur at veita borgarunum!