Hesin táttur varð tikin upp í 1965, tá bretin Norman Edwards var leiðari fyri orkestrið, og hevur hann óbrotin hildið sær síðani. At byrja við var tað bert Hornorkestrið, sum luttók, men seinni kom Klaksvíkar Sangfelag við, og í nógv ár luttóku trý kór: Klaksvíkskórið, Emmauskórið og KFUMkórið. Hesar konsertir hava verið sera væl vitjaðar, og hevur hetta verið eitt kærkomið avbroyti hjá fólki at hoyra hugnaligu jólaløgini spæld og sungin uppundir høgtíðina í hátíðarliga umhvørvinum, sum bert Christianskirkjan kann veita.
Í ár kemur, umframt Klaksvíkar Hornorkestur, eisini Klaksvíkskórið, stjórnað av Helgu Gerðalíð, at luttaka, og harafturat ein bólkur av blokkfloytunæmingum frá Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Á skránni hjá Hornorkestrinum verða umframt tey traditionellu jólaløgini, Ave verum, Solemn Melody, Bless this House og Jerusalem. Hesi bæði seinastu verða við luttøku av sangarum. Klaksvíks-kórið syngur, Eg rósu upp sá næla, Náttin var ágæt ein og Í dag er glatt í døprum hjørtum. Blokkfloytunæmingarnir spæla tríggjar føroyskar vetra- og jólasangir.
Fyrr hevur konsertin byrjað klokkan 20:30, men fólk hava hildið tað vera í so seint; so í ár er avgjørt at hava konsertina klokkan 20.