Hugnaliga jólakonsertin við Tórshavnar Kamarkóri, verður mikukvøldið 21. desember klokkan 19:30 í Müllers Pakkhúsi.
Nú styttist av álvara til jóla, og her er ein møguleiki til veruliga at koma í jólahýr. Kórleiðarin, Bernharður Wilkinson, hevur sett saman skrá við jólasangum úr Onglandi, Íslandi og Føroyum. Meðan summir teirra eru væl kendir í Føroyum, munnu aðrir vera meira forkunnugir.
Kostnaður til konsertina er 100 krónur, og tá er íroknaður ein koppur av heitum gløggi og okkurt gott afturvið, boðar Kamarkórið frá.