Desember mánaði nærkast í hvørjum, og jólakonsertirnar eru vorðnar siðvenja hjá mongum okkara, sum fara á eina ella fleiri góðar konsertir hesar vikurnar fyri jól. Tað eru nógvar ymiskar konsertir kring landið, og her hava vit savnað saman nakrar av teimum
Spaniastova í Klaksvík
6. desember er legendskvøld við Martin Christian Restorff. Tónleikaslóðin hjá MC er imponerandi og saman við Rudolf Joensen verður farið ígjøgnum longu tónleikakarrieru hansara, og saman við Húsorkestrinum fer MC eisini at framføra nakrar av klassikarunum heilt aftur til Meistarans hond. Í Miðstovuni er hugnalig jólakafé við gløgg, kaffi og rís a la mande.
16. desember er Teitur aftur í gomlu Klaksvíkini og bjóðar til konsert í Spaniastovu - eina av mest fornu tónleikapallum í Føroyum. Teitur er framúrskarandi við klaveri, hann borgar fyri høgari tónleikaligari góðsku og undirhaldi. Hann spælir eisini nøkur jólaløg hetta kvøldið.
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Tríggjar teir fyrstu leygardagarnir í advent vitjar matstovan Frumbiti í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Matstovan, ið til dagligt húsast í Dr. Jakobsensgøtu í Havn, leggur seg eftir at gagnnýta føroyskar rávørur, og gevur sítt boð uppá føroyska køkin í 2017.
Hesi leygarkvøldini, eftir máltíðina frá Frumbita, verður ein konsert í Mentanarhúsinum við ymiskum tónleikarum.
Leygarkvøldið 2. desember spælir Lena Anderssen kvartett í Mentanarhúsinum, og Lea Kampmann hitar upp. Aftrat sær hevur Lena – umframt mannin hjá sær Niclas Johannnesen – Jóhannus á Rógvu Joensen á bassi og Ólav Olsen á trompet og tangentum.
Lena og bólkur fara at framføra løg av seinastu útgávuni Eagle In The Sky, umframt løg av undanfarnu útgávunum Letters From The Faroes, Let Your Scars Dance og Can’t Erase It. Somuleiðis vera onkur løg, ið ikki eru útgivin enn, á skránni.
9. december bjóðar Teitur á eina tónlistarliga ferð inn í krás fyri oyru og sál, tá hann fer á pall í Mentanarhúsinum. Hetta er onnur av trimum konsertum, ið verða í Mentanarhúsinum trý tey fyrstu vikuskiftini í advent.
Teitur hevur ferðast kring allan heim við sínum sangum og framført fyri fullum ítróttarstadiumum eins væl og lítlum klubbum. Hann hevur spælt fyri kongum, drottningum, forsetum og øllum øðrum kring heimin, men leygarkvøldið 9. desember kemur hann til Fuglafjarðar.
Enn er ikki kunngjørt, hvør spælir í Mentanarhúsinum leygardagin 16. desember.
Løkshøll í Runavík
Á fjórða sinni verður stóra jólakonsertin, Jól við Løkin, hildin í Løkshøll. Konsertirnar í ár verða 9. og 10. desember klokkan 20. Leygardagin 9. desember klokkan 16.00 verður ein eykakonsert.
Eins og undanfarin ár verða tað bæði solistar og bólkar, ið koma at framføra saman við fantastiska húsorkestrinum undir leiðslu av Jákupi Justinussen.
Í 2014 var ein konsert, í 2015 var ein konsert og ein eykakonsert, og í 2016 var ein konsert og tvær eykakonsertir. Sostatt er ein konsert komin afturat á hvørjum ári, og allar konsertirnar hava verið útseldar. Eisini í ár eru væl umtóktu konsertirnar útseldar, men sølan av atgongumerkinum til eykakonsertina 9. desember byrjar 29. november.
Salt á Tvøroyri
Mikudagin 13. des. hevur Eivør konsert í mentanarhúsinum Salt á Tvøroyri, har hon saman við egnum bólki, strúkarum og gestatónleikarum fer at framføra egin løg og jólasangir.
Norðurlandahúsið
Kom og njóti jólagleðina saman við Eivør, tá hon fer á pall í Norðurlandahúsinum.Tvær útseldar konsertit eru hóskvøldið 14. desember, og tí verður ein eykakonsert fríggjakvøldið 15. desember.
Á konsertini fer hon at framføra nøkur av sínum egnu løgum og jólasangir, ið henni dámar væl. Umframt sín egna bólk, fara strúkarar og gestatónleikarar at framføra saman við henni. Hvørjir jólagestirnir vera, mugu vit spent bíða eftir, tí tað verður ikki avdúkað fyrr enn á konsertini.
Jóla- og familjukonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri er í Norðurlandahúsinum leygardagin 2. og sunnudagin 3. desember.
Vesturkirkjan í Havn
Í samband við reformatiónshátíðarhaldið gav Det Kgl. Vajsenhus í mai út nýggja kirkjusongbók. Bókin er lýst at vera margfaldar tulkingar av kristna trúarlívium og tilveru í samtíðini. Av teim 229 sálmunum eigur Teitur átta teirra. Hesir átta eru nú týddir til føroyskt og fer tónlistamaðurin at syngja og spæla teir og aðrar í Vesturkirkjuni legardagin 2. desember.