Jólakonsertir við Mpiri

Jólahýrurin verður í hæddini, tá vokalbólkurin Mpiri komandi tíðina hevur jólakonsertir í Keypmannahavn. Føroyskur, russiskur og franskur jólasangur er á skránni, sum millum annað hevur verk eftir Trónd Bogason, Per Nørgaard, Pjotr Tjajkovskij og Francis Poulenc á. Mpiri fer eisini at syngja satsir frá vælumtóktu føroysku jólafløguni, sum vokalbókurin gav út í fjør.

Konsertirnar verða 7. desember kl. 16 í Bellahøj Kirke í Brønshøj,

10. desember kl. 20 í Fredens Hus í Keypmannahavn Ø og 13. desember kl. 17 í Helligaands Kirke á Strøgnum.