Jólakonsertir við VOX

Konsertirnar verða í Vesturkirkjuni í Havn, og í Fríðrikskirkjuni á Toftum Jólakonsertirnar hjá VOX eru kendar fyri at verða jólaligar við traditionellum jólasangum. Tær vanliga lívligu gospel rútmurnar eru skiftar út við svingandi útsetingar av gomlum jólasálmum og sveimandi jazzi.

 

Umframt kórið fara eisini smærri bólkar, við ymiskum limum úr kórinum, at framføra nakrar sangir, og teir fýra tónleikararnir hjá VOX fara eisini at spæla okkurt instrumentalt lag.

 

Konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu at stuðla tiltakinum.

 

Konsertirnar verða leygarkvøldið klokkan 19.30 í Vesturkirkjuni í Havn og sunnudagin klokkan 16 í Fríðrikskirkjuni á Toftum.