Jólamálrøkt

Eyðun á Borg
Á Borg á Argjum stytsta dag 2005

Ikki: desember, jólafrokostur, fýrfatsljós, rísingreytur, frosturin og í líka máta,
men: desembur, jólaborð(hald), bikarljós, rísgreytur, frostið og somuleiðis/á sama hátt!

Desembur er betri, føroysk ending. Harumframt skriva vit ikki mai (mei?) við j, og mars hevur ikki t á føroyskum!
Frokostur hoyrir ikki heima í føroyskum. Da/fø orðabókin sigur, at frokost merkir morgunmatur. Jólaborðhald er um kvøldið, so nátturði hevði helst hóskað betur, men hví ikki bara siga jólaborð(hald), sum orðabókin eisini sigur!?
Bikarljós hoyrdi eg onkran siga. Eitt ljós í einum bikari. Frálíkt orð. Burtur við fýrfatsljósinum!
Takk, somuleiðis ella á sama hátt! Í líka máta gevur onga meining!
Rísgreytur, ikki rísingreytur. Rís er hvørkikynsorð og kann ikki fáa in-ending!
Frostið (tað) og ikki frosturin (hann). Frostið, tað bítur!
Gleðilig jól!