Jólamaður smittaði 75 á ellisheimi

- Hetta er ein ógvuliga keðilig hending, bæði fyri jólamannin, búfólk og starvsfólk á ellisheiminum, sigur borgarstjórin í belgiska býnum, Mol.

 

Heili 75 fólk á einum ellisheimi í belgiska býnum Mol eru smittaði við korona, eftir at ein jólamaður, sum var fongdur við covid-19, hevði verið á vitjan.

- Tað var eitt mistak at lata jólamannin koma, sigur borgarstjórin, Wim Caeyers, við tíðindamiðilin, VRT. Jólamaðurin hevði ikki bara gávur, sum hann deildi út, men eisini koronu-smittu.

Eftir vitjanina eru 61 búfólk og 14 starvsfólk staðfest smittað við covid-19. Nú noyðist ellisheimið at fáa hjálp frá eitt nú Reyða Krossi til at handfara støðuna á heiminum.

- Tað eru øll starvsfólk til arbeiðis ta næstu vikuna. Tankin um jólamannin var góður, men tað gekk bara heilt galið. Hetta er ein svartur dagur fyri ellisheimið.

Borgarstjórin, Wim Caeyers, sigur, at hetta er ein ógvuliga keðilig hending, bæði fyri jólamannin, búfólk og starvsfólk á ellisheiminum.