Ein kanning, sum varð gjørd í Onglandi og í Ameriku, vísti á at nærum sætti hvør persónur í Onglandi vildi vera við, at Jólamaðurin ikki skal hava nakað kyn sett á seg. Also skal Jólamaðurin verða kyns neutralur. Líknandi úrslit vóru eisini funnin í Amerika í somu kanning, har tað vísti seg at vera fimti hvør persónur, sum ynskir tað sama, at Jólamaðurin ikki verður lýstur við kyni.
Tað vóru GraphicSprings sum skipaðu kanningina, og vóru tað 400 fólk, úr Onglandi og Amerika, sum luttóku í kanningini. Endamálið við kanningini var at finna ymiskar hættir at modernisera Jólamannin, og meintu fleiri at hetta kundi gerast við at gera Jólamannin kyns neutralan. Onnur uppskot ljóðaðu á at geva Jólamanninum tattooveringar, strammar buksur, jogging skógvar o.s.fr.
Fleiri fólk vóru tó ógvuliga ósamd, og vildu vera við at Saint Nicholas var ein maður, og man kann ikki broyta søguna. Fakta eru fakta, og Jólamaðurin vit kenna í dag byrjaði við Saint Nicholas, sum var ein maður. Onkur annar nevndi at børnini væntaðu ein Jóla-MANN, og tað kundi man ikki takað frá teimum við at stilla eina Jólakonu upp á pallin, tað er jú ikki rætta ímyndin av Jólamanninum.
Kelda: thesun.co.uk