Jólamaðurin tumlar

Seinastu tíðina hava fólk sæð ein jólamann tumla fram við vegnum inn móti Kaldbakstunnlinum, og er hann sloppin við í bilin, hava børnini fingið bomm

? Mamma, eg sá ein jólamann har yviri.

Orðini eru okkum ikki ókend, men seinastu dagarnar hevur rættuligt hald verið í teimum.

Ein jólamaður, Kjøtkrókur eitur hann, hevur trúliga ferðast fram við vegnum inni á Sundi. Viðhvørt er hann sloppin í onkran bil har hann hevur fingið eitt prát við børnini, sum so hava fingið ein pakka frá honum.

Orsøkin til, at Kjøtkrókur gongur og melur fram við vegnum er, at Petur Post kom niðan í helli við einum brævi frá tveimum øðrum jólamonnum, men tíverri var ein partur av tekstinum burtur. Tað einasta sum sást var, at teir vóru á vegnum inni við Sund, og tí goingur Kjøtkrókur har og leitar.

Navnið Kjøtkrókur fekk hann á ungum árum frá einum eldri jólamanni, sum tók hann í hjallinum har hann var í fer við at stjala sær ein kjøtbita.

Kjøtkrókur er kortini ikki einsamallur um allar bommpakkarnar nú hann gongur aftur og fram.

Hann hevur fingið góðan stuðul frá fyritøkum í Havn, og tær ferð hann eisini at vitja nú tað nærkast jólum.

Umframt tað skal hann eisini við jólaskipinum tá tað kemur til Havnar 19. desember.

Jólamaðurin sendir sínar bestu heilsur og tøkkir til Føroya Bjór, Balslev, Gunnleiv, Hotel Føroyar, Optikbúðina, FK, Kemilux, MBM, Samkeyp, Hotel Hafnia, BR, Dadduna, Lív, Tórshavnar Býráð, Føroya Møblasølu og Vøruhúsið á Hjalla