1.400 fólk hava higartil vitjað jólamarknaðin umborð á Norrønu, sum byrjaði í gjár og endar í dag
Hugnaligt er umborð á Nørrønu í hesum døgum. Snotuligt er jólaprytt, sølubásarnir eru ógvuliga vakrir, og nógvar forkunnugar vørur eru at fáa.
Umborð ganga jólamenn við karamellum, klovnur og gyklari, góður jólatónleikur er eisini at hoyra. Nógv at børnunum, sum vitjaðu Norrønu í gjár, fingu sær andlitsmáling.
Í Matstovuni á sætta dekki er aftur í dag jólabuffet við fleskasteik, dunnu og tilhoyri, hettar fyri ein sera sámuligan prís. Matstovan var í gjar fullt av fólkum.
Nógv fólk nýttu eisini høvi at fáa sær ein góðan kaffimunn við onkrum afturvið í hugnaliga náttklubbanum á sætta dekki og í kafeteria við spæliplássinum á fimta dekki.
- Hetta er eitt hugnaligt nýtt tiltak, sum kundi verði eitt afturvendandi jólatiltak, sigur Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari á Smyril Line.
Jólamarknaðurin letur upp aftur í dag klokkan 15.00 og letur aftur kl. 20.00. Tað er ókeypis atgongd og øll eru vælkomin