Jólaoratorium eftir J.S. Bach

Eins og Händels Messias er Jólaoratoriið ein gleðiljómur frá byrjan til enda.

Tað, sum ivaleyst ger sítt til, at hesin tónleikur helst meira enn nakað tónaverk eftir J.S.Bach fellur fólki væl í oyru, er tann veruleiki, at Bach í stóran mun nýtir aftur tónleik, sum hann frammanundan hevur havt góða eydnu við til serlig hátíðarhøvi eitt nú til føðingardag hjá drottningini ella í øðrum fúrstaligum samkomuføri. Hetta kemur serliga til sjóndar í byrjanarkórunum til 1., 3. og 5. part av verkinum.
Vegna sítt djúpt religiøsa sinnalag og sínar sannførandi musikalsku lýsingar av bíbliuhendingunum og tí kristliga boðskapinum hevur Bach fingið heitið "Tann fimti evangelisturin". Hjá honum er her tí ikki talan um lættvunna endurnýtslu av nøkrum, hann hevur liggjandi, heldur lyftir hann tónleik frá fyrr upp í enn sublimari hæddir, nú tekstliga innihaldið er sjálvur jólaboðskapurin. Hann, sum við øll síni størru skaparnarverk setti merkisorðini "Soli Deo gloria" t.e. Harranum eina heiðurin, gjørdi ikki tann stóra skilnað millum tað kristiliga og tað verðsliga her á fold. Tí sakaði tað honum onki, at tú í hesum lovsongi til tað himmalska eisini kundi hóma dansikenda fagnaðarrómin í teim fúrstaligu samkomuhallunum.
Í hesum umfatandi tónaverki er ikki einans talan um ovfarakæti, men eisini um stillførar løtur, har kirkjufólkið gjøgnum kórið gevur til kennar sína luttøku og sítt inniliga takksemi fyri gleðiboðskapin. Hugtakandi eru vøgguljóð fyri lítla barninum á krubbustrá - tónleikur sum lutvís eisini hevur sín uppruna í verðsligum høpi.
Í eisini rurandi innganginum til 2. part, har hirðarnir savnast um nýfødda kongasonin, vísir Bach av sonnum sítt instrumentala tónakynstur, har tú í skifti millum strúkarar og blásarar fært kenslu av veingjasuði og gleðiboðum av himli og fagnandi svari aftur frá hirðunum á markini, og har øll ljóðførini at enda fylkjast í felags lovsangi - sanniliga ein satsur, ið valla finnur sín líka í allari tónleikasøguni.
Jólaoratoriið er tó ikki eitt oratorium í vanligari merking, hóast Bach sjálvur brúkti tað heitið. Eitt oratorium er at lýsa sum eitt drama í orðum og tónum - men uttan leik og íklæðing sum í opera -, sum greiðir frá einstakari bíbilskari hending. Men í Jólaoratoriinum er talan um seks sjálvstøðugar kantatur skrivaðar til hvønn av kirkjudøgunum um jólahalguna, sum tó við sínum tekstliga innihaldi um jólabodskapin mynda eina listarliga heild. Partarnir eru hesir:
Fyrsti jóladagur: Kristi føðing
Annar jóladagur: Eingilin boðar hirðunum frá
Triði jóladagur (sum tá var halgidagur): Hirðarnir tilbiðja barnið í krubbuni
Nýggjársdagur: Jesus verður doyptur
Sunnudagur eftir nýggjár: Teir tríggir vísmenninir vitja Heródes
Trettandadagur: Vísmenninir vitja og tilbiðja nýfødda kongasonin.

Havnarkórið við solistum og orkestri framførir, sum vanlig siðvenja nú er, bara partarnar 1-3 - tó við ískoyti av tveimum arium úr fjórða parti og endandi við tí fagnaðarmikla "Ehre sei Gott", sum er fyrsta kór úr 5. parti.