Jólapakkar til russisk sjófólk

- Russar halda jól 6. januar, og soleiðis er tíð enn til at lata russiskum sjófólkum eina jólagávu í ár, sigur stjórin í Faroe Agency, Maria í Akrabyrgi.

 

Í nógv ár hava føroyingar latið russum, sum eru í Føroyum og sum sigla um okkara leiðir, jólapakkar, og tað er Árni Dam, sum trúliga hevur tikið sær av at samskipa jólapakkarnar.

 

- Russar eru ógvuliga glaðir og takksamir fyri pakkarnar, sum teir hava fingið í Føroyum. Teir halda jól 6. januar, og soleiðis er tíð enn til at lata russiskum sjófólki eina jólagávu í ár.

 

Maria í Akrabyrgi, stjóri í Faroe Agency, sigur, at tað hevur rørt mong russisk hjørtu, at teir hava fingið jólapakkar úr Føroyum, tá teir um jólini eru so langt burtur frá sínum kæru heima.

 

- Øll, sum eru so beinasom og vilja lata russiskum sjófólki ein jólapakka, kunnu leggja pakkan ella pakkarnar inn á skrivstovuna hjá Faroe Agency Yviri við Strond í Havn.

 

Stjórin í Faroe Agency sigur, at tey, sum vilja lata jólapakka, men sum ikki vita, hvussu tey skulu bera seg at, kunnu ringja á tlf. 351990 ella á tlf. 231999.